Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Eini seks samtøk bjóðaðu sær at standa fyri søluni av Pf Postverk Føroya, og Sókn advokatar saman við Hammer Consulting skulu standa fyri ráðgevingini og tilgongdarstýringini

- Ferðin á útlánum økist. Royndir frá seinastu fíggjarkreppu vísa, at útlánini kunnu tvífaldast í eitt stutt tíðarskeið, og tí er neyðugt at halda neyvt eyga við gongdini

Tað vóru 21.478 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum 1. ársfjórðing 2019. Tað eru 935 ella 4,6% fleiri enn sama tíðarskeið í 2018

Tann í Føroyum einaferð so illa lýddi bankin hevur verið í andróðri í fleiri ár av einum máli um hvíttvasking í Estlandi. Nú legst enn eitt mál afturat

Tað er niðurstøðan í eini frágreiðing frá granskingarstovninum Nordregio hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Í frágreiðingini verður sagt at norðurlond er eitt øki við framsøknum klimapolitikki

CommIT skipaði vegna kommunur í Suðuroynni fyri ferðaleiðaraskeiði í apríl og mai

Í farnu viku var aðalfundur í Ferðavinnufelagnum

Í farnu viku var ferðalag umboðandi yrkisútbúgvingar í Riga, har tað m.a. var arbeitt við at geva føroyskum handverkslærlingum møguleikan at kappast í Europa

Fyri at gagnnýta vatnorkuna meira, er kannað um ber til at leiða meiri vatn í Vatnsnesvatn

Akraberg fór at sigla heim í morgun við um 360 tonsum av rækju. Henda túrin landaði Akraberg eisini 630 tons av rækju í Noregi

Nýggi fíggjarstjórin á Bakkafrost, Høgni Jakobsen, er nú farin til verka. Tá Bakkafrost legði úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing fram í Oslo í hesi vikuni, var Høgni Jakobsen fyri fyrstu ferð við

Nýggja matstovan letur upp mánadagin 13. mei og skal eita "Skeiva Pakkhús", eins og tann undanfarna

- So hevði ikki alt hetta rokið verið, men tá var altavgerandi, at eingin sum var aktivur í fiskivinnuni, mátti hava nakað sum helst við arbeiðsbólkin at gera

Her er framløga, frágreiðing og tilmæli frá arbeiðsbólkinum at gera uppskot til umsitingarætlan og at eftirmeta skipanina í fiskiskapinum eftir botnfiski undir Føroyum

- Í Veltuni halda tey, at í Føroyum eigur at bera til at eta føroyskt grønmeti, antin tað, ein sjálvur veltur, ella tað, ein keypir frá føroyskum veltarum

Í apríl í ár vóru 845 milliónir útgoldnar í lønum. Sama mánað fyri ári síðani vóru 791 milliónir útgoldnar

Danske Bank hevur útnevnt niðurlendiingin Chris Vogelzang til nýggjan fyrisitingarstjóra frá 1. juni

Flogfelagið Qatar Airways liggur á fyrsta plássi, og SAS á fjórða plássi á listanum hjá Airhelp yvir 72 av teimum mest vælkendu flogfeløgunum

Fiskimálaráðið fekk mánadagin handað tilmæli um menningarkvotur, sambært KVF

Nýggja heimasíðan er snøgg og brúkaravinarlig. Hon samlar heimasíðurnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum og MRCC

Í nýggjum faldara frá Granskingarráðnum verður víst á við dømum frá fýra granskarum, hvussu íløgur í gransking og menning geva samfelagnum nýggja vitan og úrslit

Vilt tú vita hvat, nær og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo

- Vit royndu fyrst nakrar dagar undir Eysturgrønlandi og høvdu góðan fiskiskap. So kom illveður, sigur skiparin á rækjutrolaranum Arctic Viking, Bjarni Petersen

Sølan er vaksin við 15% í mun til 2017. Av hesum er vøksturin í hotelvirkseminum 10% og vøksturin í matstovuvirkseminum 17%

Umframt tvey nýggj partafeløg, vóru nógvar broytingar at síggja í vinnuskránni í farnu viku, har nýggj nøvn leiða stór og smá feløg

Í februar í ár vóru 27.149 løntakarar. Tað eru 852 fleiri enn sama mánað í fjør

Ísraelska risaalifyritøkan AquaMaof leggur dýran við at hon kann ala laks á landi fyri tríggjar dollarar per kilo, og eftirspurningurin er ómetaliga stórur

Bruttovinningurin var tann hægsti í nógv ár, men útreiðslur til starvsfólk draga niður

Yvirlitið vísur øll skip sum eru bygd heilt aftur til 1911, árstal, bygginummar og navn bygd á Vestmanna skipasmiðju, Skála Skipasmiðju, Tórshavnar Skipasmiðju og í MEST samtakinum

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 268 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í 2019, á júst sama støði sum í fyrsta ársfjórðingi í fjør

Ársúrslitið hjá móðirfelagnum bleiv heilar 44 milliónir krónur - nærum 15 milliónir meira enn árið fyri

Ein minni bruttovinningur hevur skorið meir ann helvtina av ársúrslitinum hjá Vaðhorn

Ferðavinnan hevur vind í seglunum og tað sæst aftur í tølunum hjá gamla hotellinum í Havn

Pílarnir peika rætta vegin hjá Sølumiðstøðini á Trapputrøðni

Fyri løtu síðan kunngjørdi løgmaður í Løkshøll, at fyritøkan FarPay er kosin Ársins Íverksetari 2019

IRF hevur havt aðalfund í dag á Hotel Hafnia. Rakstrarúrslitið fyri 2018 gjørdist eitt yvirskot á 4,6 mió. kr., sum er 2,7 mió. kr. betri enn mett frammanundan

Einir 50 útlendskir keyparar hitta í dag yvir 30 føroyskar fyritøkur sum bjóða seg fram í ferðavinnuni

- Arbeiðsloysið í 2018 helt fram at lækka, og var tað lægsta í tíggju ár, og fólk steðgaðu styttri í skipanini enn undanfarin ár

Eftir seks dagar við verkfalli, 300.000 raktum ferðandi og 4000 avlýstum flúgvingum, er sáttmáli undirskrivaður millum flogskipararnar og SAS

Hýruvognsstøðin Auto slóðar fyri við tryggleikaskapandi virksemi, tí allir 33 hýruvognarnir hjá felagnum hava fingið hjartastartara

Partarnir eru um at semjast í sambandi við verkfallið hjá SAS-flogskiparunum. Sambært NRK so eru bert formalitetir eftir áðrenn partarnir eru samdir

Fyrsta ársfjórðing í ár eru 22.832 tons fleiri avreidd yvir avreiðingarskipanina sammett við somu tíð í fjør, ella ein vækstur á 9,9 prosent

Ikki síðani 2006 hevur so nógv ligið eftir á botnlinjuni hjá Meginfelag Búnaðarmanna, og eigararnir fáa vinningsbýti

Úrslitið fyri skatt gjørdist 65 mió. kr., og útlitini fyri restina av árinum eru góð, sigur BankNordik

SAS avlýsur 429 fráferðir í dag afturat, sum tilsamans gevur 709 avlýsingar í dag. Tað upplýsur SAS

Hóskvøldið 2. mai verður vælumtókta tiltakið Open by Night í SMS. Tá hava allir handlarnir opið til kl. 22

SAS hevur fyribils avlýst fráferðir til klokkan 14 seinnapartin í morgin, og hevur tí vón um at tað fæst ein loysn á ósemjuni við flogskipararnar

Nýggj verkætlan um fiskayngul á Landgrunninum fer í gongd á Havstovuni í næstum