Eg havi ikki lykilin til framgongd. Men lykilin til mótgongd er at royna at gera øllum til vildar
- Bill Cosby

Oljuprísurin er yvir 50 dollarar fyri fyrstu ferð síðani 1. juni

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur síðani 23.juni ikki undirskrivað loyvini, sum krevjast til útflutningin til Russlands

Business.dk skrivar, at TAKS í juni 2015 tók eina avgerð í Eik-skattamálinum á einum grundarlagi, sum ikki var nóg fullfíggjað. Og at TAKS ikki hevur havt greiðar mannagongdir fyri, hvussu stór og torgreidd mál skulu viðgerðast. TAKS átti at latið løgregluni málið

Remøy Havfiske AS og skiparin skulu gjalda umleið 30 milliónir norskar krónur, sambært dóminum hjá russiskum dómstóli. Trolarin «Remøy» var afturhildin í Murmansk í næstan tríggjar vikur

Nevndin í Betri Banka vil hava, at skattamálið verður latið fútanum til nærri støðutakan

Fleiri handlar fáa ikki tikið ímóti gjaldi frá gjaldskortum, tí Nets hevur stórar trupulleikar í løtuni. Á heimasíðuni hjá Nets verður sagt, at teir hava trupulleikar, men arbeiða við málinum

Treystitalið er nú 26, hetta er ein lítil minking síðani januar, tá talið var 31, men er framvegis oman fyri miðaltalið fyri allar kanningarnar, ið gjørdar eru síðani 2006

Feløgini aftanfyri Dimmalætting og Sosialin høvdu ikki nøktandi rakstur í fjør ásanna leiðslurnar

Føroyar hava síðani 2010 goldið 74.004.000 krónur í limagjaldi til ES, FP7 og Horizon 2020, og Føroyar hava fingið 46.320.459 krónur aftur sum stuðul til ymiskar verkætlanir. Tað vísur yvirlit sum VP hevur fingið frá Granskingarráðnum

Annan ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 1,3 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað meira enn fyrsta ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 1,2 prosent

Netstaðið Business Insider hevur eitt áhugavert intervju við stovnaran av WOW Air, Skúla Mogensen. Hann sær fyri sær eina spennandi framtíð fyri brúkaran av WOW Air

Stórur og góður makrelur, sær leskiligt út, og riggar væl at grilla, bæði sum heilur fiskur og sum flak

- Taks-frágreiðingin hjá Bárði Larsen kom í síðstu viku, og Súni Schwartz Jacobsen er farin frá. Men onnur hava orsøk at óttast, heldur reportarin Jan Lamhauge hjá Kringvarpinum

Fjarskiftiseftirlitið er komið uppí leikin í stríði ímillum Føroya Tele og Vodafone, og fer í næstum at kunngerða sín úrskurð. Vodafone heldur, at TotalView skipanin hjá Føroya Tele gevur felagnum ein kappingarfyrimun

Rakul Maria Johannesen og Elin Sofía á Tjaldrarfløtti Vestergaard hava fingið kr. 15.000 í part til uttanlandsuppihald í sambandi við útbúgving. Áhugin fyri legatinum var aftur hesaferð stórur og 15 umsóknir komu inn

Tá lúsakunngerðin varð broytt á sumri í fjør, var ein broyting tann, at allar lúsateljingar, sum kunngerðin áleggur, skulu fremjast av Fiskaaling. Hetta álitið tekur felagið í størsta álvara og strembar áhaldandi eftir, at tænastan koyrir so væl og álítandi sum gjørligt

Fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár var útflutningurin 3,5 mia. og innflutningurin 3,0 mia.

Fyrrapartin kom ein russiskur trolari á Sund, tí fyra mans eru deyðir umborð

Bob & Marilyn’s hava sum fyrsta føroyska fyritøkan fingið fígging úr Flex Funding. Lánið bleiv longu fullteknað eftir átta tímum á uppboðssøluni, og tá uppboðssølan lat aftur var lánið yvirteknað heili 247%

Nevndin fyri Betri Banka P/F hevur í dag avgjørt at seta Bjørn Mortensen í starv sum fyribilsstjóra í Betri Banka, og nevndin fyri Betri P/F hevur avgjørt at seta Mortan Poulsen sum fyribilsstjóra í Betri P/F

Fyrsta “opna” uppboðssølan av fiskirættindum verður týsdagin 22. august 2017

Íslendska fiskimálaráðið tekur rívan til, nú veiðigjaldið fyri næsta fiskiár er ásett. Men veiðigjaldið verður goldið av yvirskotinum hjá reiðarínum

- Ein partur av frágreiðingini, hví vit hava so nógvar ringar leiðarar er, at fleiri forsøma at fokusera upp á starvsfólkini. Í staðin renna leiðararnir runt frá fundi til fund, hugsa um rokniørk, kursir, endurskipanir og umleggingar

Fyrsta “afturlatna” uppboðssølan av fiskirættindum verður hósdagin 24. august 2017

Per Sjørup Christiansen er settur í starv sum sølustjóri við ábyrgd fyri Føroyum, Danmark og Grønlandi. Høvuðsarbeiðsstað hansara verður í Keypmannahavn

Fyri løtu síðani legði týska hernaðarskipið Main at bryggju í Havn

Business.dk skrivar at tað er óvist um Torben Nielsen nevndarformaður í Betri Banka kann halda fram. Business heldur at tað er áhugavert, at tað er formaðurin í móðurfelagnum Betri P/F, Birgir Nielsen, sum úttalar seg og viðmerkir exittin hjá Súna Schwartz Jacobsen

Súni Schwartz Jacobsen, sum hevur verið forstjóri í Betri Banka síðani 2011, hevur í dag fráboðað avvarðandi nevndum í Betri samtakinum, at hann hevur valt at siga seg úr starvi

- At skipini velja Fuglafjørð fram um aðrar havnir í Føroyum, kann eg ikki annað enn vera stoltur av. Okkurt gera vit rætt, skrivar Kristian Petersen, formaður í Vinnunevndin

Fyrsta afturlatna uppboðsøla av rættindum at veiða makrel, norðhavssild og svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum 2017, verður væntandi í seinnu helvt av august

Stórar niðurskrivingar av fíggjarligari støðisogn gjørdu, at úrslitið hjá Krúnborg samtakinum í fjør gjørdist eitt lítið hall

Næstu fýra árini verða tað hesi fimm fólkini, sum koma at mynda stýrið fyri Vinnuframa. Dánial Hoydal verður formaður og Gudny Vang, Fróði Sivertsen, Rannvá Troest og Lena L. Mohr verða stýrislimir

Umsetningurin av “Búnýti og innbúgv” vaks við 9,5% í 1. ársfj. 2017 í mun til sama ársfjórðing í fjør, roknað í ársins prísum. Roknað í føstum prísum var vøksturin 14,3%

Hanus Hansen skilur einki av, at skip skula leigast ella keypast at koma til Føroyar at fiska, tá ið vit hava skip sum lættliga klára at fiska kvotuna upp

Í fleiri ár hevur verið vanligt at sæð kvinnur í sambandi við bil-lýsingar. Bilframleiðarin Skoda brúkti modellir fyri at vísa fram sínar bilar á bilframsýningini í Frankfurt í september 2016

Í mai luttóku tveir granskarar hjá Fiskaaling á granskingarráðstevnuni, Marine 2017, sum varð hildin í Nantes í Fraklandi, har evnið var roknihættir innan havverkfrøði. Granskararnir Heðin Abrahamsen og Øystein Patursson høvdu hvør sína framløgu

- Tað verður toført at leggja fiskiskapin tilrættis, tí uppboðssølan at fiska botnfisk og uppisjóvarfisk kemur so seint, heldur Reiðarafelagið

- Gróðurin er nú minkandi, mest sannlíkt tí at tøðsøltini ganga undan. Yvirhøvur, hevur hettar verið eitt gott ár viðvíkjandi gróðuri á Landgrunninum. Vónandi fer tað at síggjast aftur í botnfiskastovnunum, sigur Sólvá Jacobsen á Havstovuni

Yngul- og ætikanningarnar hjá Havstovuni í 2017 eru loknar. Hetta eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul

Raksturin hjá partafelagnum Thor í Hósvík, sum fæst við frálanda- og fiskivinnu bæði á nær- og fjarleiðum umframt sølu av fiskaúrdráttum, hepnaðist væl í fjør

Evnini, sum hugt verður eftir, eru millum annað svøvnur, arbeiðsuppgávur og arbeiðsumstøður. Endmálið er at kanna, hvussu troytteiki, ið stenst av arbeiðinum ávirkar andsevni, sum minni og árvakni

Gadus er farin at sigla heim við um 745 tonsum av flaki. Gadus hevur fiskað í 5 vikur

Tað er kappingaravlagandi og avmarkar møguleikan hjá føroyskum fyritøkum at menna ein maritiman tænastudepil, at fremmand skip lata olju til útlendsk skip í føroyskum havnum

Stovnurin av norskum makreli er vaksin úr tveimum til fýra milliónir tons í tíggju ár. Fimm skip úr fýra londum, Føroyar, Ísland, Noreg og Grønland, skulu nú kanna makrelin og hvørja ávirkan hann hevur á havið

Virkið í Leirvík sum hevur lagt seg eftir at gera vørur úr eitt nú gulllaksi hevði góðar 10 mió kr eftir á botnlinjuni í fjør

Í dag um 18-tíðina kemur seismikkskipið Ramform Titan á Fuglafjørð. Seismikkskipið verður sagt at vera heimsins breiðasta skip, 70 metrar breitt og 104 metrar langt

Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) í marknaðarprísum, var slakar 16,7 milliardir krónur í 2015. Tað eru útvið 900 milliónir meira enn í 2014

Battarískipanin í Húsahaga fekk 1. viðurkenning sum besta verkætlanin av 27 verkætlanum á altjóða ráðstevnu í Køln

Fiskifrøðingar úr Noregi, Íslandi, Danmark og Føroyum hava gjørt upp úrslitið av sildakanningunum, sum tey fýra londini gjørdu í felag í Norðurhavinum í mai mánaði. Úrslitið vísir, at sildastovnurin er útvið ein fjórðing minni í ár, enn hann var í fjør

 

Týski bilrisin Volkswagen afturkallar 766.000 bilar tí teir hava trupulleikar við bremsuskipanini