Eg havi ikki lykilin til framgongd. Men lykilin til mótgongd er at royna at gera øllum til vildar
- Bill Cosby

Í februar vóru 25.940 løntakarar, árstíðarjavnað. Tað hava nú verið støðugt fleiri løntakarar níggju mánaðir í slag. Síðan mai 2016 eru 726 fleiri løntakarir komnir aftrat.

- Hóast batar eru at hóma, eru enn fleiri viðurskifti, ið als ikki eru nøktandi í nýggja uppskotinum um fiskivinnunýskipan

Jarðfrøðingar hava gjørt fleiri nýggjar uppdagingar og í mei verður fjórða útbjóðingarumfar. Vónirnar um eitt nýtt oljuævintýr - sum tó ongantíð kom - eru stórar í Føroyum

Nú kunnu føroysk sjófólk fáa 4G samband heilt út á 60 fjórðingar kring allar Føroyar. Vodafone hevur útbygt sítt sjónet, so skip rundanum Føroyar kunnu fáa munandi betur og skjótari internet umborð

Við árslok í fjør lógu 10,8 mió kr eftir á botnlinjuni áðrenn skatt. Tað er tað besta nakrantíð hjá Vest Pack Pf í Vestmanna

Útslitið hjá partafelagnum Formula var í fjør 5,2 mió kr í vinningi eftir at ein mió kr var latin landinum í partafelagsskatti

Nevndin í Skyn hevur sett Petur Mohr Niclasen sum stjóra í meklarafyritøkuni, eftir at farið varð undir tilgongdina at seta nýggjan stjóra fyri nøkrum vikum síðani

Heildarætlanin Ferðavinna í Føroyum – ein ábyrgdarfull og burðardygg leið verður verður í dag almannakunngjørt

Eftir júst at vera fylt 20 ár er felagið í toppformi og klárt at renna enn skjótari. Tí broyta tey nú sín samleika, so ein tingakrossur (stafett) verður berandi ímyndin í teirra identitet

Nýggja Smart UAV-dronan hevur bæði rotorar og veingir

- Klára tit veruliga ikki at seta ein fiskivinnureform saman, uttan at jarða vinnuna fyrst? Fakta er tað, at JFK má minka í Barentshavinum, og JFK kemur at minka við Sjúrðarberg

- Hetta er verri enn tað, ið lá á borðinum frammanundan, sigur Hanus Hansen, reiðari, um semjuna hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan

8 nýggir lærlingar eru byrjaðir 2. mai í handverkaralæru hjá ArtiCon. Felagið móttók sera nógvar og góðar umsóknir, eftir at freistin var útið 18. apríl

Føroyski trolarin Havborg rendi á land seint týskvøldið beint við frystianleggið á Solstrand

Fyri at veita eina enn betur tænastu til tey, ið ferðast í arbeiðsørindum, hevur 62°N stovnað eina vinnudeild á ferðaskrivstovuni við Hoydalsvegin

Virði á norska Oljugrunninum er nú farið upp um 8 billiónir norskar krónur

Samtíðis sum makrelur hevur broytt útbreiðslumynstur og ferðast nú heilt yvir móti Grønlandi, er toskastovnurin á Landgrunninum minkaður sera nógv

Ársins fyrstu tríggir mánaðir hava roynst væl hjá BankNordik. Roknskapurin hjá samtakinum fyri ársfjórðingin vísir eitt rakstrarúrslit á 43 mió. kr. og eitt úrslit áðrenn skatt á 57 mió. kr.

Ein russisk fyritøka hevur fingið mikla umtalu við at byggja eitt 3D-printað hús, sum sigst er bygt í 24 tímar. Sambært firmanum er hetta fyrstu ferð, at eitt 3D-printað hús er bygt

Á tiltaki í Vinnuhúsinum í dag varð frágreiðing um sjóvinnuveitingar løgd fram. Úrslitið vísti greitt, at vakstrarmøguleikar eru innan føroyskar sjóvinnuveitingar

Í formansfrásøgn felagsins segði formaðurin, Jon Hestoy, at hóast tað framhaldandi er strævið at virka í hesi vinnugreinini, so gongur tað tó nakað betri, og tað sær út til at lýsna nakað

Formaðurin Suni Simonsen, sum var afturvaldur til formann tey komandi fýra árini, segði í frágreiðingini um virksemið hjá felagnum farna árið, at tað hevur verið eitt sera virkið ár við sáttmálasamráðingum og nógvum fundum

Funnist verður at ábyrgdarloysinum hjá Føroyum og Íslandi. Men einasti mátin er at svara aftur við er at hækka norsku kvotuna

Sambært KVF í kvøld so fær nevndarformaðurin í Landsbankanum framvegis hægri samsýning enn nevdarformaðurin í Danska Tjóðbankanum. Danski Tjóðbankin hevur útvið 500 starvsfólk, egna pengapressu og umsitur danska gjaldoyrað

Verður hetta skjótt søga?

- Tað er góða gongdin í alivinnuni og í uppsjóvarvinnuni, sum sæst aftur í broytta lutfallinum í hagtølunum, sum Búskaparráðið almannakunngerð. Partaeigararnir fáa ágóðan, ikki eigararnir av tilfeinginum, sigur Búskaparráðið

Árliga Visit Faroe Islands tiltakið byrjaði í gjár, hósdagin 27. apríl. Hetta er 12. árið á rað, at ferðavinnan í Føroyum bjóðar útlendskum ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva Føroyar sum ferðamál

- Hetta neyðareggið av eini uppboðssølu, sum Høgni Hoydal og Poul Michelsen hava noytt samgonguna at halda saman um, er samstundis einasta forðingin fyri at ein breið politisk semja fæst í løgtinginum um føroysku fiskivinnuna

Fyri gott 27 milliardir krónur tryggjaði Maersk Line sær trúnuna sum heimsins størsta konteynarareiðarí

Síðani grótvirkið í Skopun byrjaði aftur hevur staðið upp og niður ella gott og væl tað

Í ár hevur Seafood Expo Global 25 ár á baki, og føroyingar hava luttikið á heimsins størstu fiski- og sjógætismessu líka frá byrjan

Búskaparliga framgongdin í samfelagnum hevur verið stór, serliga eftir fíggjarkreppuna í 2008. Men tøl frá Búskaparráðnum vísa, at virkini hava alsamt størri part av avlopinum eftir

Hann eigur sjálvur og saman við øðrum 12 garðar í Íslandi og verður sagdur at vera størsti jarðareigari av "fólksins ogn" hjá íslendingum. Talan er um bretska milliarderin Jim Ratcliffe

Marine Harvest Faroes hevði ársaðalfund fríggjadagin 21. apríl. Roknskapurin fyri 2016, sum varð góðkendur á aðalfundinum, vísti eitt avlop áðrenn skatt á 256 mió. kr. Hetta er besta úrslitið, sum felagið hevur havt, síðani tað var stovnað

Starvsfólkini á KREA hava brotið burtur úr nýggjum og framleitt eitt skraddaraseymað føroyskt intranet, eisini kallað innannet. Við intranetinum verða starvsfólk í fyritøkuni/stovninum knýtt saman, og bæði leiðsla og starvsfólk kunnu lætt samskifta sínámillum

Í dag var Bakur tikin upp á Klaksvíkar Sleipistøð. Fyrr í ár var sáttmáli undirskrivaður, at Klaksvíkar Sleipistøð umvælir fýra av skipunum hjá Faroe Origin. Talan er bæði um 10 og 15 ára klassing

IRF hevur fingið viðurkenning og prógv frá fyritøkuni Plastix í Danmark fyri at senda trol og net til endurnýtslu hjá teimum

Avreiðingarnar tilsamans fyrsta ársfjórðing í ár vóru í nøgd nakað lakari enn sama tíðarskeið í fjør. Nøgdirmar eru yvirhøvur smáar sum seinastu nógvu árini, samanborið við góð fiskiár

Áhugin fyri Íslandi sum ferðamál er sera stórur, og nú fer Germania aftur í ár at flúgva millum Bremen og Keflavík við somu flogførum sum flúgva millum Føroyar og Danmark, A319

Helst var tað telduposturin hjá løgmanni sum bjargaði samgonguni frá at slitna, tí fekst eingin semja um nakað sum helst viðvíkjandi einum uppskoti til fiskivinnunýskipan, so reyk samgongan, eru politikarar samdir um sum VP hevur tosað við

Kreppan rakar eisini føroyskar fyritøkur í frálandavinnuni

Fyritøkurnar í Tórshavnar kommunu eru sum heild nøgdar við umstøðurnar at reka vinnu í kommununi, men ymiskt kann eisini gerast betri. Hetta er stutta niðurstøðan í kanning, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur latið gera millum limafyritøkurnar

Týsdagin 25. apríl verður árliga messan Seafood Expo Global í Brússel, og aftur í ár eru føroyskar fyritøkur umboðaðar á føroyskum landabási

Fríggjadagin 21. apríl skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K undir nýggjan tvey ára sáttmála

Í skeiva endanum í yvirlitinum hjá Bankresearch, sum júst hevur givið Betri Banka sera góð skoðsmál, finna vit Suðuroyar Sparikassa, sum sambært yvirlitinum er í vanda. Men tað er ikki rætta myndin sigur stjórin, Søren Lunell Bruhn

Saman við Borbjerg Sparekasse er Betri Banki tann sterkasti í danska ríkinum vísir kanning sum júst er kunngjørd

Tróndur í Gøtu kom inn á Tvøroyri í gjár við 1000 tonsum av svartkjafti til matna

Eitt tekniskt brek gjørdi at henda ferjan, sum júst var farin frá bryggju í Las Palmas, broytti kós og rendi inn í brimgarðin

Ársaðalfundir hava í dag verið í Ognarfelag Tryggingartakaranna og restini av Betri samtakinum. Fleiri nýggir limir vórðu valdir í nevndirnar í samtakinum. Nýggjur grannskoðari varð samstundis valdur

- Hennara atburður verður tikin sum rein politiskt íblanding í eina børsskrásetta fyritøku og hetta er ikki heilt vandaleyst fyri hana. Vit síggja longu, at kursvirði av partabrøvunum í bankanum er rapað niður