Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum

- Tað ganga ikki nógv ár, so er meira fólk í eftirlitsskipanini enn tað eru fiskimenn, sigur reiðarin á Vesturbúgvanum, Dánjal í Skálum

- Um uppskotið verður samtykt, so missur Kambur næstan øll rættindi við Føroyar, sigur skiparin á Kambi, Mortan A Mortensen í hoyringssvari til nýggja fiskivinnu uppskotið

Mikudagin verður fyrsta skotið latið av fyri nýggja Sundsverkinum, og í hesum sambandi bjóðar SEV øllum áhugaðum at verða til staðar. Sundsverkið verður ein eyka trygd undir grønu elskipanini

Í sambandi við aðalfundin í Havbúnaðarfelagnum 11. mai varð avgjørt at skipa fyri ruddingardegi í viku 23, t.e. ein av døgunum 6.-9. juni

- Lægst er tað í Eysturoyar sýslu við 1,7% og í Norðoya og Vága sýslum við 1,9%. Hægst er tað í Suðuroy við 4,3%

Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin í arbeiðsloysi millum kynini eisini minkaður

Í apríl var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,4%. Eftir kyni var tað 2,0% hjá monnum og 2,8% hjá kvinnum. Í fjør var arbeiðsloysið hægst í juli við 3,2% og er síðani minkað mánað fyri mánað

Risastóra grønlendska fiskivinnufyritøkan Polar Seafood verður ikki seld til íslendsku fyritøkuna Brim. Hetta staðfestir nevndarformaðurin Henrik Leth í stuttari viðmerking til VP

 

- At arbeiðsbólkurin varð mannaður við persónum, sum hava eina forsøgu í BankNordik og Elektron, kundu peningastovnarnir ikki skilja á annan hátt, enn at landsstýrismaðurin hevði bílagt niðurstøðuna,

Gróðurin á føroyska landgrunninum er byrjaður, men hann kann vera torførur at síggja, av tí at plantuæti er sera smáar verur. Men í góðveðrinum í gjár sást gróður fram við landi sum hvítt skúm

Faroe Ship hevur keypt bingjuskipið M/V Sophia. Skipið er bygt í 2008 og lastar 698 TEU

Samlaði útflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár var 2,2 mia. kr. Tað eru 250 mió. kr. meir enn í fjør. Útflutningurin av laksi er vaksin í virði, meðan nøgdin er minkað nakað

Leygarkvøldið kemur Næraberg aftur til Føroya, og skal hann fiska svartkjaft ein túr, og fer síðani til Grønlands at fiska makrel

Stundin er komin til at velja Føroya feitastu bilar 2017. Og í ár verður showið størri, feitari og betri

Magnus Heinason kom mánadagin aftur av silda- og svartkjaftakanningum norðan fyri Føroyar. Nakað minni av norðhavssild var skrásett enn síðstu trý árini

Innflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár var 1,85 mia. kr. Tað er 24% meir enn sama tíðarskeið í fjør. Um vit ikki telja skip og flogfør við, var vøksturin 17%

Blaðið hjá Strandferðsluni, “Fólk á ferð”, er útkomið á triðja sinni. Hesaferð verður nógv gjørt burturúr, at 100 ár eru liðin, síðan Strandferðslan fór undir sítt virksemi

Bæði bruttovinningur og ársúrslit settu met í fjør

Sum tað einasta virkið umboðandi øll Norðurlond fekk Formula altjóða viðurkenning á móttøku fyri løtu síðan. Formula varð tilnevnt eitt fyrsta pláss millum 80 aðrar altjóða fyritøkur, sum vóru í uppskoti til heiðurin

Eftir fáum árum hevur Gist & Vist samtakið seksfaldað fíggjarstøðujavnan. Árið í fjør royndist tó ikki eins væl og undanfarin ár

Sjey mans frá skipasmiðjuni MEST hava seinastu vikurnar verið í Danmark í samband við viðlíkahaldsarbeiði á Smyril

Úrslitið fyri 2016 vísti eitt yvirskot á 57 mió.kr., sum er nakað betri enn mett varð frammanundan. Høvuðsorsøkin til úrslitið, er støðugur vøkstur í sølu og aktiviteti felagsins umframt ein framhaldandi skynsamur rakstur

Hósdagin 11. mai var aðalfundur í Havbúnaðarfelagnum. Atli Gregersen stóð fyri vali, og varð hann afturvaldur. Í nevndini í Havbúnaðarfelagnum sita: Atli Gregersen, Hans Jákup Mikkelsen og Regin Jacobsen

Mikudagin 10. mai og hósdagin 11. mai luttóku formaður og skrivari í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip (RFF) á ársaðalfundinum í International Chamber of Shipping í Istanbul

Gadus hevur havt rokfiskiskap og er farin at sigla heim við knøppum 760 tonsum av flaki

Taravirkið hjá Ocean Rainforest á Funningsfirði selur tara til matvøruídnaðin, heiluvágsídnaðin, smyrsl og gróðurevni, og í ár verður sølan helst tvífaldað

Umboð fyri Norsk Eksport Kredit eru í Føroyum í løtuni og eru nú á Atlantic Fair í Klaksvík. Teir hava eisini tosað við teir báðar stóru føroysku bankarnar, og hava bílig lán at bjóða føroyingum

Nýggju frímerkini, sum verða givin út mánadagin, 15. mai, mynda søgnina um kongsdóttrina í Nólsoy, gullbrúdleypið hjá Margretu drotning og Heindriki prinsi umframt tekningar hjá H.C. Lyngbye frá ferð hansara í Føroyum í 1817

Vanligt er at brúka eitt útrokningar grundarlag á minst 10 ár, men viðvíkjandi svartkalvanum undir Føroyum, eru bert tvey tey seinastu árini brúkt

Eins og undanfarin ár fylgir Havstovan við, hvussu gróðurin er á Landgrunninum. Hvørja viku tekur Lívfiskastøðin í Skopun royndir í Skopunarfirði, sum Havstovan síðani kannar

Ongantíð áður hevur virkið tíkið ímóti so nógvari mjólk. Tað stóð á at taka ímóti, og endin var at svinn varð staðfest uppá 4,6 mió kr ella tríggjar ferðir so nógv sum vanligt

Eitt samt løgting hevur samtykt at føroyska bátasmíðið framyvir skal vera mvg frítt. Umvæling av gomlum bátum kemur eisini undir lógina

Vodafone hevur gjørt stuðulsavtalu við Felagið Føroysk Træseglskip um at veita ókeypis internet í tvey ár til tey størstu træseglskipini í Føroyum

Higartil í ár hava hýrurnar verið 342 milliónir, 16 færri enn í fjør, tá tær vóru 358 milliónir. Afturgongdin er 4,3%

 

Higartil í ár eru lønirnar 2.870 milliónir, 119 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 4,3%. Undanfarnu tvey ár hevur lønarvøksturin fyrstu fýra mánaðirnar verið yvir 7%, so í ár er vøksturin væl lægri

Í apríl vóru lønargjaldingarnar, árstíðarjavnað, 726 milliónir. Hetta er annar mánaðurin á rað, at lønirnar minka, men minkingin er í mun til, at í februar vóru lønirnar tær hægstu nakrantíð. Samanborið við í fjør eru lønirnar sum heild hægri í ár

Leiðarin á kunningarstovuni í Havn ger viðmerkingar til, at útlendsk ferðafólk ávirka bústaðarmøguleikarnar hjá føroyingum

Elektriskt og sjálvsiglandi skip skal koma ístaðin fyri 40.000 árligar túrar við tungtlastaðum trailarum millum Porsgrunn og Brevik

Televeitararnir Føroya Tele, Síminn í Íslandi og Tele-Post í Grønlandi eru farnir undir eitt samstarv, sum ger tað møguligt hjá sjófólki at tosa og smsa við fartelefonini á sama hátt, sum tá tey reika við fartelefonini í øðrum londum

Trolbáturin Dragasund verður í løtuni umbygdur til línubát. Dragasund liggur í Klaksvík, har Pomek stendur fyri arbeiðinum at umbyggja bátin

Í februar vóru 25.940 løntakarar, árstíðarjavnað. Tað hava nú verið støðugt fleiri løntakarar níggju mánaðir í slag. Síðan mai 2016 eru 726 fleiri løntakarir komnir aftrat.

- Hóast batar eru at hóma, eru enn fleiri viðurskifti, ið als ikki eru nøktandi í nýggja uppskotinum um fiskivinnunýskipan

Jarðfrøðingar hava gjørt fleiri nýggjar uppdagingar og í mei verður fjórða útbjóðingarumfar. Vónirnar um eitt nýtt oljuævintýr - sum tó ongantíð kom - eru stórar í Føroyum

Nú kunnu føroysk sjófólk fáa 4G samband heilt út á 60 fjórðingar kring allar Føroyar. Vodafone hevur útbygt sítt sjónet, so skip rundanum Føroyar kunnu fáa munandi betur og skjótari internet umborð

Við árslok í fjør lógu 10,8 mió kr eftir á botnlinjuni áðrenn skatt. Tað er tað besta nakrantíð hjá Vest Pack Pf í Vestmanna

Útslitið hjá partafelagnum Formula var í fjør 5,2 mió kr í vinningi eftir at ein mió kr var latin landinum í partafelagsskatti

Nevndin í Skyn hevur sett Petur Mohr Niclasen sum stjóra í meklarafyritøkuni, eftir at farið varð undir tilgongdina at seta nýggjan stjóra fyri nøkrum vikum síðani

Heildarætlanin Ferðavinna í Føroyum – ein ábyrgdarfull og burðardygg leið verður verður í dag almannakunngjørt

Eftir júst at vera fylt 20 ár er felagið í toppformi og klárt at renna enn skjótari. Tí broyta tey nú sín samleika, so ein tingakrossur (stafett) verður berandi ímyndin í teirra identitet

Nýggja Smart UAV-dronan hevur bæði rotorar og veingir