Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek

Virkið í Vestmanna hevur ikki havt lætta atgongd til rávøru. Men menningarkvoturnar sum nú eru tillutaðar fara at gera tað lættari at leggja arbeiðið til rættis, sigur stjórin

 

Sjógæti í Norðstreymoy kann nú fara undir royking av makreli og sild, umframt aðrar góðskaðar framleiðslur, sum fer at geva eini 20 nýggj arbeiðspláss

Fyri løtu síðani nevndi fiskiráðharrin nøvnini á teimum feløgum sum hava fingið menningarkvotu. Her eru nøvnini

Fiskimálaráðið upplýsti ikki í tíðindaskrivi, hvussu stór nøgdin av rossamakreli í Suðurstillahavinum var sum umbýtt er við tosk á Flemmish Kapp, og tí bað VP um innlit í nøgdina

Fiskiráðharrin hevur sagt Kringvarpinum, at menningarkvoturnar skuldu vera útlutaðar í gjár, men enn hevur eingin umsøkjari fingið svar

Serfrøðingurin, sum segði at uppboðssølan fór at geva rætta virðið, kom í kvøld bara við einum mettum virði í síni útrokning við støði í uppboðssølu

- Tað hevur alstóran týdning fyri føroyska samfelagið, at land og kommunur føra ein skilagóðan fíggjar- og búskaparpolitikk

Nema hevur leverað áleið 2500 stólar, 800 borð, 550 skáp og reolir og ymiskt annað til Glasir, ið er størsti ordri í søguni hjá Nema innan innbúgv

- Vit halda lítið um at ein trolari fer á Flemmish Kapp at fiska hasi 450 tonsini, heldur enn tey 5 frystilínuskipini. Tað er ikki pláss til at ein aktørur kemur inn og fær alt sum eginkvotu

Borgarstjórin í Hvalba, Janus Thomsen, er bæði takksamur og fegin um, at Betri veitir fólki í sóknini hesa tiltrongdu tænastu og sigur, at hesa tænastu eru hvalbingar glaðir fyri

Mánadagin fáa tey, sum hava søkt um menningarkvotur, svar. Tað upplýsir Fiskimálaráðið fyri Kringvarpinum, uttan tó at siga hvør tað er

Uppboðssølan, sum verður týsdagin í komandi viku, er útsett frá 20. og 27. juni, tí nýggju aktørarnir sum fáa menningarkvotu skuldu fáa ein møguleika at bjóða

Føroyar hava í serstakari avtalu við ES fyri 2018 fingið 450 tons av toski at fiska á Flemish Cap í 2018. Talan er um kvotu, sum er fingin til vega í eini býtisavtalu

Felagið hevur tvær milliónir krónur í partapeningi

SAS flutti 2,65 milliónir ferðafólk í juli, ein øking á 2,2 prosent sammet við sama mánaða í 2107

Kringvarpið skrivar at 7 loyvir verða útlutað í sambandi við menningarkvoturnar, men Fiskimálaráðið váttar ikki hesi tíðindi á heimasíðuni hjá KVF

Ígjøgnum eitt nýstovnað íverksetarafelag fer hann at veita ráðgeving til fyritøkur og stovnar sum hava leiðsluavbjóðingar

Miðstovugarðurin í Trøðum á Sandi veltur umframt epli eisini gularøtur

Birgir Nielsen, sum hevur verið nevndarformaður í Betri P/F og Ognarfelagi Tryggingartakaranna síðani 21. apríl 2017, hevur á nevndarfundi í gjár fráboðað nevndini at hann hevur valt at taka seg aftur sum formaður. Í staðin fyri var Aslaug Gisladóttir vald til forkvinnu

- eftir kunngerðini um umhvørvisreglur og í kunngerðini um burturkast, ið ásetur, at burturkast og annað órudd ikki má liggja og rekast, men skal latast góðkendum móttakara

Franski meistarakokkurin Joël Robuchon, ein av heimsins best kendu kokkum, er deyður. Hann doyði í dag í Genève í Sveis av krabbameini. Matstovurnar hjá Robuchon høvdu flest Michelin-stjørnur

Fyrr í ár útskrivaðu íslendsku mynduleikarnir fyri fyrstu ferð vinnubræv til føroyskan kavara við føroyskari vinnukavaraútbúgving

- Nú vóni eg at hetta við menningarkvotunum verður avgreitt skjótast gjørligt, tí henda bíðingin, hevur gjørt, at eg havi mist svøvnin

Sum VP skilur verða tað seks verkætlanir sum fara at fáa menningarkvotu, men tíðindini verða ikki váttað av Fiskimálaráðnum

Rakstrarúrslitið fyrra hálvár var 142 milliónir krónur. Góða gongdin hevur við sær, at ávísar rentur lækka. Eitt nú verður tað bíligari hjá vanliga føroyinginum at fíggja bústaðin og bilin

Akraberg siglur heim við 900 tonsum av kruvdum, avhøvdaðum fiski, umframt 400 tons av súrløgu. Akraberg verður í Føroyum týsdagin í komandi viku

- Atkoma til vøllin verður frá Eysturoyartunlinum, sum "leggur at" her, og koyrandi skal verða beint undir terminalin, har eisini ber til at parkera, var sagt í tíðindaskrivi frá oktober 2014

Havstovan er júst liðug við kanningar av uppsjóvarfiski í føroyskum og eysturíslendskum øki. Fyribilsúrslitini vísa, at nøgdirnar av makreli og serliga sild eru minni í ár enn í fjør

- Roknistykkið er óalmindiliga einfalt, tað er eitt reiðarí sum hevur tvey skip, so missur tað burturav, tí nú skal seljast á uppboðssølu - 15 prosent

- Meðan summi fólk í dag siga um hesa sitandi samgonguna, at hon er tann ringasta nakrantíð

Tríggjar eldsálir leita eftir íleggjarum til distillaríið sum skal eita Faer Isles

Heini Zachariassen er nummar 30 á listanum yvir 100 tey mest týðandi fólkini í vínídnaðinum í USA

Keypsskálin í Oslo boðaði seinnapartin í gjár frá, at tryggingar- og íløgufelagið NN Group nú eigur meira enn 5% í Bakkafrost

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2018 var eitt avlop á 5 mió. kr. í mun til 8,1 mió. kr. sama tíðarskeið í 2017

- Vit trúgva og satsa uppá føroyska ferðavinnu, og tá ið hesin møguleikin kom at menna felagið, tóku vit sjálvsagt av, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62°N

FAG heitir staðiliga á landsins politikarar, um at síggja veruleikan í eyguni og taka atlit at nógvu ferðini á føroyska búskapinum, nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2019 verður fyrireikað

- Her er ikki liviligt, tí samgongan tekur livibreyðið úr munninum á okkum sum arbeiða í fiskivinnuni, sigur borgaligi viðmerkjarin Jóan Pauli í Geil í samrøðu við Andøvsløtuna

Fyri tíma síðani fór Sjúrðarberg fyri seinastu ferð út eftir vágni í Klaksvík

Nýggja farmaflogfarið hjá Airbus hevur lætt sær á

- Eitt er at fiskivinnan kundi fingið væl burturúr at samskipa síni sjónarmið betur; nakað heilt annað er at tað verður ikki lætt at endurbyggja niðurlagað virksemi í fiskivinnuni

Føroyingurin Rúni Hammer hevur í tíggju ár stovnað seks fyritøkur, har tann seinasta er telefyritøkan Speak

- Tí varð avgjørt at selja Sjúrðarberg og tí er tað rætt, sum stjóri felagsins hevur greitt frá um grundgevingarnar fyri at selja, sigur nevndarformaðurin í felagnum

- Tá samgongan tók við høvdu vit sløk 14000 tons at fiska, Gadus um 9000 og Sjúrðarberg um 5000, men í ár hava vit gott 10000 tons, og fái eg rætt fer kvotan niður aftur næsta ár

- Fiskivinnunýskipanin tekur 50% av kvotuni hjá Sjúrðarberg

Manningin á línuskipinum Sigmund er uppsøgd per 1. oktober 2018. Reiðaríið metir ikki at grundarlag er fyri trimum skipum tá lagt verður um til kvotur

- Tá 2019 kemur, fara vit at hava 45 % minni av kvotu í Barentshavinum, enn vit høvdu fyri tveimum árum síðani. So er ikki pláss fyri tveimum skipum í Barentshavinum

Fyri løtu síða váttaði Hanus Hansen, reiðari í JFK, fyri Norðlýsinum, at Sjúrðarberg er seldur og verður handaður nýggju eigarunum hóskvøldið. Um 20 mans sigldu við Sjúrðarberg

Kambur landaði fríggjadagin í farnu viku 145 tons undan Føroyum. Nú summarfrítíð er, verður ljósmotorur skiftur og gallan gjørd av nýggjum

- Skulu línuskipini noyðast at útvega sær veiðirættindi á uppboðssølu, eru tey, sum eru á ísfiskaveiðu, ikki fíggjarliga væl fyri at standa seg í hesi kappingini

Brúkarin hevur nú valt heimsins besta flogfelag í 2018, og sambært Skytrax er heimsins besta flogfelag í ár Singapore Airlines. Qatar Airways liggur nummar tvey, men vann í 2017, tá Singapore Airlines var nummar tvey