- Sjóvar kirkja var meira enn fullsett, tá ið Ámundur Berthelsen fór til gravar tann 24. januar 2019. Eftir drúgva ferð í øðrum heimi í tjaldbúð jarðar, flutti hann heim til Harran, ið hann lærdi at kenna sum ungur
- Náttin er vøkur, nú tað stundar til fjórða sunnudag í advent. Tað er stilt uttandura. Onkur hendinga bilur fer framvið, og nakrar stjórnir síggjast á luftini
- Valla er tað satt, at alt var betur í gomlum døgum. Nógvar vanlagnur liggja í tí dulda, og mong arr í sálini vórðu ongantíð grødd. Fáur bað um hjálp, tí so var tað avdúkað, at myndin hevði døkkar litir
- Var tað rættvíst, at nógvar familjur mistu húsini? Tann almenni og privati geirin við væl lærdum fólki legði lunnarnar og lagaði tað svá, at miðal vitandi fólk komu í fíggjarligt óføri av kreppuni?
- Tað var illfýsið í veðrinum, og evnið var ov viðkvæmt til harðmælta talu. Tá ið eg skuldi svara, ljóðaðu boðini av brúnni, at vit skuldu leggja á og taka boyuna
- Afturlítandi falla mangir prikkar upp á pláss, og vit kenna einans lívið, tá ið tað er livað. Tað er ein gamal sannleiki, ið Søren Kirkegaard vísti á í síni djúptøknu hugsan
- At síggja tað vakra og umtala tað er ein av síðugøtunum inn á høvuðsgøtuna til eitt gott og ríkt lív. At varnast tær smáu vælgerðirnar, ið kristin fólk dagliga útinna, skapar hita í kroppinum og gleði í hjartanum
- Tað er rættiliga ivasamt og valla rætt, at kirkjan við biskupi á odda og aðrar samkomur verða kallaðar til hoyringar, tá ið Løgtingið smíðar verðsligar lógir t. d. lógirnar um hjúnalag og ættleiðing
- Prædiki ikki ofta um grøðing í tí almenna rúminum. Fyri mær er sjúkrahúsverkið ein Guðs gáva. Læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og øll starvsfólkini eru hendur Guðs
- Týdningarmikið er at staðfesta tey grundleggjandi virðini, ið samfelagið byggir á. Hin kristni arvurin er eyðsýndur í einum landi, ið byggir á grundliggjandi súlur
- Hevur tú keypt teg ríkan? Spurningurin varð settur seinasta leygardag. Yvirskriftir í miðlum søgdu frá stórari sølu, nú “black friday” var farin afturum
- Millum jørð, betong og asfalt síggjast boygdar herðar bera dagsins byrðar. Ein góðan summardag rennur sveittin um andlitið. Ein kaldan vetrardag frystir dropin á nøsini
- Tíðin stendur ikki í stað, hon kemur og fer. Við sær ber hon skiftandi rák og hugsan. Rákini eru myndandi eitt tíðarskeið, inntil onnur hugsan tekur pallin. Rákini mynda tilveruna hugsjónarliga og ítøkiliga
- Tað eru vit, ið prædika, sum skulu liva eitt heilagt lív, áðrenn vit seta krøv til onnur. Fallið í samfelagnum – verðsliggeringin – stendst av fallinum í okkara egna hjarta
- Tað ræður um at varnast tað góða, meðan tað er. Tað ræður um at vera hjástaddur í lívinum, meðan vit liva. Nógvar ríkar løtur hjálpa væl, tá ið sorgin vaknar við lívlát. Nærvera er altíð ein íløga í framtíðina
- Hvat er tað, ið vit velja at síggja? Hvat er tað, ið vit hoyra og velja at minnast? Hvørja søgu siga vit um hvør annan á skeivum stað til skeiva tíð?
- Óttin fyri fylgjunum er órógvandi. Mistøkini níva, hóast tey ikki altíð vóru tilætlað. Tað er so skjótt at traðka við síðuna av. Sjálvt hin besti kann gera mistøk, og fáur kemur snikkaleysur gjøgnum lívið
- Biskupar eiga at tola meira enn onnur, tí teir (m/k) verða væl løntir fyri sítt kall. Einki knarr er sømiligt, – men tey, ið ongum hava gjørt ilt, hví skulu tey pínast við óhøviskari talu og ljótum málburði?
- Tað sømir seg ikki teimum kristnu at lúta við høvdinum. Í líknilsinum um liljurnar á markini og fuglin á heiði sigur Jesus, at stúranin eyðkennir heidna lívsáskoðan
- Orðafellið sigur, at ein maður er ein maður, og eitt orð er eitt orð. Orðafellið sipar til ta sannroynd, at nakað, sum átti at verið eyðsýnt, ikki altíð sást í verki. Tað hendi, at maður royndist sum orðloysingur
- Vitjaðu Sólorku í Albir í Spania í tvær vikur. Ein frágera góð ferð, væl fyriskipað og gott ferðalag. At njóta tilveruna nakrar dagar og fáa orku til tær avbjóðingar, sum vit hvør í sínum lagi hava dagliga
- Hon var gomul, og tíðin rann undan. Hon væntaði, at næstu ferð farið varð frá húsum, vildi hon verða borin. Ferðin um evstu sín, haðani eingin vendir aftur, var í nánd