Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
Onnur tíðindi

Alt fleiri borgarar fáa sær flogfenað, og tískil eru eisini fleiri fráboðanir og kærur um flogfenaðhald í kommununi, stendur í ársfrágreiðingini hjá Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Flestu fráboðanir um flogfenaðhald eru um larm frá hanum, ið gala. Men eisini eru fráboðanir um fugl og rottu sum kemur til, har sum ov nógvur matur verður lagdur út til hønurnar og girðingin ikki er nøktandi.

Tórshavnar kommuna hevur reglugerð um flogfenaðhald. Í hesi stendur, at øll, ið fáa sær flogfenað, skulu boða kommununi frá, sum so skrásetir haldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo