Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
Lesarin skrivar

Fransmenn plaga at taka til, at man eigur at vurdera ein politikara eftir sínum evnum og vilja til at søkja og gera kompromis-loysnir í serliga kontroversiellum málum.

Í tí ótrúliga hvassa stríðnum um fiskivinnupolitikkin, har landið er við at fara í tvíningar, er avgjørt brúk fyri eini breiðari semju og einum erligum vilja til kompromis.

Men fyri fáum døgum síðani, deklameraði fiskaministarin, at hann hevði "hoyrt og lurtað" eftir øllum, sum andstøðufólk høvdu borið fram, og hóast øll tey mongu og fjøllbroyttu broytingar-uppskotini, ætlaði hann kortini ikki at víkja ein tumma frá sínum, men fastheldur SÌTT uppskot!

Við øðrum orðum: Argumentini rína slett ikki við hann!

Tá ið man málber soleiðis, er man ikki politikari!

Tá er man bara infantilur og forstokkaður óviti við betong-heila!

Tað vil jú siga, at ministarin VIL slett ikki nakað kompromis ella nakra nationala semju.

Hann vil trútta sítt uppskot ígjøgnum, uttan fyrilit.

So er man demokratiskt dumpaður og hevur víst, at man ikki dugir ella fatar tað parlamentariska handverkið.

Fastheldur man síni sjónarmið og hóttar við majorisering av einum sera stórum minniluta, hoyrir man politiskt heima í einum diktaturi.

Tað er ein stór tragedia, at okkara fiskaministari framvegis er so óbúgvin og primitivur, at hann trúttar og framtúrar við at smoyggja eitt so ópopulert uppskot niður yvir allar føroyingar, har kanska meira enn helvtin av veljarafjøldini er loddrætt ímóti.

Tá er man so dugnaleysur, at man er heilt dumpaður sum politikari og átti heldur at arbeitt í einum destruktivum rokkara-klubba. 

Virgar Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo