Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
Vinna

Mynd: Kringvarpið

Kringvarpið: Suðuroyggin hevur tørv á serligum atlitum - og serligum tiltøkum fyri at skapa arbeiðspláss.

Tað hava røddir bæði í samgongu og í andstøðu fleiri ferðir havt á munni.

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur eitt nú lagt uppskot til samtyktar um, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at kanna og leggja fram neyðug lógaruppskot, so aliøkini Hovs- og Hvalbiarfjørður verða latin teimum, sum kunnu tryggja mest møguligt virksemi í oynni.

Og nú tykist slóðin verða ruddað fyri, at Suðuroy fær serstøðu í nýggju alilógini, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, skal leggja fyri tingið.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo