Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

- Viðgerðin av hjúnabandslógini hevur frá byrjan verðið vánalig hjá samgonguni og um tað verður sagt, at lógin onga ávirkan hevur á fólkakirkjuna og trúarsamfelagið í Føroyum, so er hetta ein lygn

- Hvør ið skal fáa tillutað tey bæði aliloyvini ið eru leys at søkja, skal eg ikki seta navn á, men einasta skilagóða avgerð er, at tað skal vera sama felag sum hevur hini aliloyvini í Oynni. Alt annað má sigast at vera reinur ørskapur

- Vit nýtast ikki at fara uttanlands fyri at finna fráfaringaravtalur fyri fleiri milliónir krónur. Eisini her heima hava vit seinnu árini sæð dømi um stjórar sum við einum gyltum lógvataki vera loystir úr starvi

- Vit ynskja grannafrið, bara soleiðis kann Skálafjørðurin framhaldandi vera ein magnfullur krumtappur í Føroyum

- Vit yngri læknar, sum eru undir útbúgving til kommunulækna í Føroyum ella eru nýútbúnir, standa sera undrandi yvir fyri hesum, tí vit eru altso ikki spurd. Og vit eru á ongan hátt við uppá tað, sum heilsumálaráðið ætlar at gera her

- Kenni meg noyddan at koma við enn einari viðmerking til kjakið um uppskotið um at kommunur skulu kunna lata pening fyri at mammur/foreldur kunnu vera heimagangandi

- Nú liggur uppskot frammi um at minka kvotuna á gulllaksi 10% afturat. Fleiri hava spurt, hví gulllaksakvotan minkar, men ongin hevur nakað svar. Um kvotur koma á botnfiskastovnarnar, veit ongin, hvat hendur í framtíðini

- Eg havi hvørki svar ella gott boð. Men kanska tíðin er búgvin til at vit seta orð á nýtsluna av fartelefon í skúlanum, har næmingar, lærarar, leiðsla og myndugleikin seta seg niður og viðgera spurningin

Tað er ringt at skilja hví Rigmor Dam ákærir uppskotið fyri at vera seksistiskt. Hvat við tí hópatali av kvinnum, ið longu eru heimagangandi og tískil onga inntøku fáa

Sjúkrahússtjórin á Landssjúkrahúsinum útihýsir ljósmøðrunum frá einastu føðideild í Føroyum

- Rættulig bústaðarneyð er í Føroyum í hesum døgum. Tilflytingin og ynski hjá føroyingum um at verða færri í húsi, hevur svára bústaðarneyð við sær, sigur Brandur Sandoy sum beinleiðis mælir til bústaðarskyldu

- Øll, ja øll, sum virka í fiskivinnuni mæla frá uppboðssølu av fiskirættindum. Tað verið seg Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið, reiðarafeløg, arbeiðsgevarar vm.

- Síðsta hóskvøld vórðu sakleysir útisetar stevndir til eina sera løgna seancu í teimum officiellu sendihølunum hjá Tí føroysku Umboðsstovuni í Kjøpinhavn

- Harmiligt at lesa “upprópið” frá meirilutanum í Tórshavnar býráði. Tann sum bara í evarska lítlan mun fylgir við veit, at onki er í hesum

- Strategisk er tað ikki smart at framsøgumaðurin hjá politiskum flokki, sum arbeiðir við at broyta sjálvt grundarlagið undir lívinum hjá limunum, situr og er spinndoktari hjá felagnum

- Eftir at hava lisið svarið standi eg eftir við eini undarligari kenslu. Spyrji meg sjálvan hvør veruliga hevur skrivað hetta svar og hvat er endamálið við skrivinum?

- Fyri Føroya Fiskimannafelag eru tað førleikarnir sum telja, tá ið starvsfólk vera sett í starv. Átrúnaður, politiskur litur, kyn, húðarlitur o.s.fr., er okkum sum arbeiðsgevari óviðkomandi

- og alternativ tíðindini verða kamuflerað sum avdúkingar?

- So fingu vit tað enn einaferð staðfest, at loyaliteturin hjá okkara høvuðsstaði yvir fyri restina av landinum, hesaferð umboða av nýggja fólkafloksborgarstjóranum, er bara til, tá ið tað er til egnan fyrimun

- og kasta tann fyrsta steinin, men gloyma at teir sjálvir búgva í einum “glashúsi”

- Rættuliga skelkaður at fáa at vita í telefonini í dag, eftir ikki at vera gonguførur av pínu, at tað at ringja eftir sjúkrabilatænastuni var ólógligt

- Sjálvur haldi eg at trupulleikin er somikið stórur, at fyrr enn viðgerðin av fiskivinnu nýskipanar uppskotinum er av, átti Ingolf S. Olsen at umhugsa sína støðu. Antin politiskt, ella sum skrivari í Føroya Fiskimannafelag

- Seinastu dagarnar, áðrenn ”Skattamálið II” var send, vóru vit átta fólk í Kringvarpinum, sum hugdu eftir sendingini, og mettu um ymisk viðurskiftir, sum kjak kanska kundi blíva um

- Tað minsta vit skylda hvørjum øðrum í dagsins samfelag er at virða teir sannleikar sum enn eru til, sigur Poul Huus Sólstein eftir at hava hoyrt røðuna hjá formanninum í Tjóðveldi

- Sambært samgonguni skulu Føroyar gerast grønar. Fleiri valevni, tingfólk og flokkar vístu á hetta í og undan valstríðnum. Lyftini eru góð, men samsvara ikki við tað samgongan vísir í verki

- Sjúrður Skaale leggur um vikuskiftið Kringvarp Føroya undir manipulatión í sendingini Skattamálið II, sum varð víst í sjónvarpinum fyri viku síðani. Kringvarp Føroya vil staðiliga afturvísa hesum

“MÓÐURMÁL”?: “Hann dukkar simpilthenn upp við einum kraftigum, presisum úttrykki og einum ydmygum blikki”!?! Hasi orðini vóru at hoyra í Útvarpinum

- Fleiri hundrað fólk flyta til kommununa á hvørjum ári, - tí er uppgávan ovurhonds stór. Og tí er tað ein støðug – og als ikki løtt - uppgáva at fyrireika hvar og hvussu bústaðir skulu útvegast

- Skal tað stóra slagið standa so latum okkum fara aftur til tær seks gomlu sýslurnar og geva teimum hvørt sítt fiskimark. Latum okkum siðan býta allar almennar inntøkur og almennu stovnarnar í Havn okkara millum

- Ein flogvøllur á Glyvursnesi verður helst ein treyt fyri eina vælvirkandi ferðavinnu í framtíðini, eina umfatandi útflutningsvinnu og eini vaksandi oljuvinnu

- Tann 07/07-15 fara vit til fiskiskap í Barentshavinum. Eftir hetta verður val útskrivað, og tá vit komu heim aftur 14/10-15, er nýggj samgonga skipað. Av tí at vit høvdu loyst, áðrenn valið varð útskrivað, so høvdu vit ikki møguleikan at velja við brævatkvøðu heldur

Nevndin í Heilafelagnum leggur dent á, at tað er umráðandi, at ábyrgdarfólk, politikarar, málviðgerðar og borgarar eru tilvitaði um, hvat tað merkir, at verða rakt/ur av heilskaða

- Hóast politiskari undirtøku fyri øktum virksemi og fleiri lesandi, mugu vit staðfesta, at játtanin fylgir ikki við økta eftirspurninginum. Stovnurin er tí í áhaldandi fíggjarligari trongstøðu og sum frálíður verður hetta ein stórur trupulleiki

- Meirilutin í Tórshavnar býráð mótmælir at Føroya løgting samtykkir uppskot til samtyktar um at flyta almennar stovnar úr høvuðsstaðnum

- Royna okkara ”stóru” menn nú at skapa ein yvirklassa her á landi. Ein yvirklassa, ið fær løgtingið, ið eigur at verða fólksins at dansa eftir síni pípu. Hava teir longu fingið valdið á ymsum politikarum, eisini í bygda- og býráðunum? spyr Hilmar Augustinussen

- Uttanfyri tað politiska systemið havi eg ongan hoyrt, sum talar fyri hesum uppskoti, men har afturímóti rættuliga nógv, ið tala ímóti fyriliggjandi uppskoti, men enn røkist einki fyri at hesi fólk verða hoyrd

- Tað er ein stórur dagur, at tað nú verður reist á Hálsi, og at vit fyri einum mánaði síðani høvdu reisigildi fyri ítróttarhøll úti á Argjum

- Søgan handan `Den Nye Aftale`er ræðandi, tí meti eg verða rætt, at greiða frá upprunanum til hesa sokallaðu Hitler bíbliu

- Tess meir vald ein leiðari hevur yvir tíð, tess tíðum verður valdið misnýtt. Vald eigur tessvegna at verða spjatt á fleiri og avmarkað í tíð

- Barsilstíðin er rætturin hjá barninum og IKKI ein spurningur um javnrættindi hjá kvinnum og monnum!

- Tað sum sermerkir hetta uppskot er, at so at siga alt skal endavendast innan fiskivinnuna og at tað frameftir verður sera trupult at tilrættisleggja nakað sum helst

- Tað eru fleiri enn vit tríggir, ið halda at alt ikki fór rætt fram í hesum makrelbýti. Tann, sum er farin longst við hesum máli er felagið P/F Líraberg

Eins og í Skotlandi er stundin komin til handa hjá okkum føroyingum at taka landið yvir

- Fiskivinnunýskipanin er ikki ein spurningur um at vera samdur ella ósamdur. Tað er ein spurningur um fíggjarligt lív ella deyði fyri starvsfólk í vinnuni og tingfólk

- nú farið verður frá marknaðarskipan til politiska útlutan

- Tá ið Fólkaflokkurin tók við leiðsluni í Klaksvíkar Býráð í 2009, lá Kósavirkið stilt. Hetta var fíggjarligur smeitur fyri kommununa. Vit kunnu ikki góðtaka, at sitandi stjórn ætlar at fremja átøk, ið tekur grundarlagið undan virkseminum í Klaksvík

- Er tað so logandi galið, at manipulatiónir um at fáa tingmenn til at prostituera seg sum viljaleysar dukkur, koma frá landsins stjórnarmonnum, hevur Landsstýrið átikið sær rolluna sum ein ótespiligur alfonsur ella ruffari

- Bummgjald má vera til tess at halda tunlarnar í góðum og tryggum standi, og ein undirsjóvartunnil kann sjálvandi ikki sammetast við tunlarnar upp á landi

- Eg tori at staðfesta, at ein stórur partur av teimum sum sita á tingi ikki ána hvat ið vendir niður og hvat ið vendir upp í hesum málinum, tíansheldur vita tey hvørjar avleiðingar tað fer at hava fyri samfelagið og búskapin, verður tað samtykt í óbroyttum líki

- Við framhaldandi at krevja tunnilsgjald, verður eyka vegskattur lagdur á bilar og vinnuna í Vágum