Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon

Hjúnabandslógin var til viðgerðar í Løgtinginum í gjár. Eg atkvøddi fyri einum uppskoti at koyra málið aftur í trivnaðarnevndina. Orsøkin til, at eg atkvøddi fyri hesum uppskoti var, at alt ov nógvir ivaspurningar vóru

- Undirritaði, sum hevur eyguni full av bjálkum, plankum og alksyns timburverki, hevur ilt við at síggja meiningina í nógvum av tí, sum er farið fram hesa síðstu tíðina

- Nú kirkjurnar taka við so nógvum nýggjum og fremmandum, sum vit ikki altíð vita, hvat ið er, hevði eisini verið hugaligt og gott, at tikið okkurt av tí gamla og góða inn aftur í kirkjuna og guðstænastuna

- Eg trúgvi sum eg trúgvi og tað er Bíbliuni frá permu til permu, eg eri rúmligur yvirfyri øllum menniskjum og elski hvønn einstakan innarliga av hjarta

Tað vísir seg, at nærmast alt, sum Tórshavnar Kommuna tekst við í løtuni, fær eina rættuliga umfatandi og áhaldandi almenna umrøðu. Tað eru 29 aðrar kommunur í Føroyum, men lítið verður umrøtt, hvørjar avgerðir har verða tiknar

Í hesum døgum syngja øll, ung og gomul: "Hvørt fríggjakvøld fara øll at gekka, tostadrykk – skál – vit drekka.”

Latið ikki undirsjóvartunlarnar halda áfram at vera eitt klandursmál, men gerið, sum nevndin hevur samtykt, so Vágatunnilin kann verða knýttur í landsvegakervið, áðrenn árið er runnið

- er tað aftur øvundsjúkan sum er drívmegin?

- Hugsjónarligt bland tykist verða komið í kjakið, um hvørt vit framhaldandi skulu gjalda bummgjald at koyra í undirsjóvartunlum í Føroyum

Sambært galdandi lóg skuldi Vágatunnilin verið lagdur saman við restini av landsvegakervinum í fyrru helvt av 2014, tá øll íløgan var goldin

- Ja, nú stendur á gomlum nøglum, hvussu koma hægstu menn landsins at avgreiða hetta álvarsmál, samkyndsmálið

- Hvítanesfólk vilja hava vegin fluttan longur burtur frá bygdini

- Havi frætt, at tit fortelja, at orsøkin til at eg gravi í málinum um skattaroknskap tykkara er ein tøkk fyri seinast. Skal upplýsa tykkum og øllum øðrum, at tað er ikki orsøkin

- Frá tí, at málið um hjúnabandslógina gjørdist aktuelt í Føroyum, hava vit í Ungmannafelagnum Samband boðað frá, at vit stuðla rættindunum hjá samkyndum at ganga inn í borgarligt hjúnalag

- Forkvinnan í Trivanðarnevnd løgtingsins er ein heitur talsmaður fyri, at samkynd skulu kunna giftast

Øll vita, at hjúnarbandið upprunaliga er millum mann og kvinnu - Øll vita, at upprunaliga hevði nøring onki at siga fyri hjúnarbandið - Øll vita, at upprunaliga høvdu menn loyvi til at gifta seg við fleiri kvinnum

- Leitar tú eftir uppfinningarsomum undanførslum, so skalt tú bara lesa tað, sum meirilutin í Trivnaðarnevndini skrivar í sínum áliti um hjúnabandslógina

- Ikki nyttar at gráta um spilta mjólk, og at kasta Henrikki Old fyri, at hann heldur fram eftir sama leisti sum fólkafloksmaðurin og eftir teirri slóð, ið sambandsformaðurin hevur slóðað, er lítið sømiligt!

- Vit hava samtykt og staðfest, at samkynd hava sama virði sum øll onnur í samfelagnum. Vit hava eisini viðurkent, at fólk ikki eiga at vera fyri mismuni vegna kynsliga orientering

- Havnarútbyggingin koyrir í fullari ferð, hóast tað enn vanta fleiri loyvir frá myndugleikunum. Eg havi reist spurningin í ovastu leiðsluni á Vaglinum, um ikki talan er um heimildarloysi, men havi enn einki svar fingið haðani

- Vit hava havt nógvar hálvtómar rossleypar úr tjóðveldisrørsluni sitandi á donskum Fólkatingi gjøgnum árini, og teir hava flestallir kempa desperat fyri, at danskarar skuldu leggja merki til teirra eksistens

- Vit, fólki í Vágum og ferðandi annars, hava hildið okkara part av avtaluni. Og vit krevja av landsins myndugleikum, at teir eisini standa við sín part!

- Eg heiti inniliga á tykkum, sum vit hava valt at umsita tann “ytra múrin” at atkvøða ímóti broytingini av hjúnabandinum ella at atkvøða blankt

- Gekkaskorta-verkstaður gav børnum og vaksnum íblástur til at fara víðari inn í listaheimin

- Í dag standa vit við heitinum: “Læknar undir trýsti” og “læknatrotið liggur sum ein bumba undir Landssjúkrahúsinum”, sum fjølmiðlar, starvsfólk og læknar á LS hava tikið til

- Nei, Bárður! Uppskotið lóggevur ikki samkynt hjúnaband inn í trúarsamfeløg, og tað veist tú væl sjálvur!

- Alivinnan lúkur ikki treytirnar í Umhvørvislógini, hon lúkur heldur ikki ásetingar í lóg um verju av havumhvørvinum, og fremur við dumping av kemiskum evnum brot á alla galdandi havumhvørvislóggávu

- Tað er langt úti, at Landstýrimaðurin skal nýta ein sunnudag til at bróta givin lyftir

- Tíðindini í Kringvarpi Føroya um kvinnu við rørslutarni, sum nú er flutt inn í egin hús, er ein sólskinssøga

- Klaksvíkar kommuna og norðoyingar hava sum heild á ymsan hátt rættiliga gjørt um seg mentanarliga á so mongum økjum seinastu árini

Nú eru vit aftur farin í kríggj!

Tað er langt úti, at Løgtingið hevur gjørt eina serlóg í 2014, sum frátekur Tórshavnar Kommunu allan rætt til at vera við í planleggingini av Eysturoyar- og Sandoyartunlunum í økinum, sum kommunan varðar av

- Hvussu kann Hanna Jensen, sum sjálv sigur seg vera persónliga trúgvandi, tosa um, at tað nú skal vera ein borgarligur rættur, at liva opið og alment sum homoseksuellur í okkara landi?

- Nú mugu land og kommunur gera fleiri íløgur í menniskjuni, sum dagliga veita eina tænastu, sum ongin kann vera fyriuttan

- Skulu vit broyta hjúnarbandslógina, fyri at inkluderað ymiskar preferansir, sum til alla tíð hava lagt lítið og onki í hjúnarbandið? Og harvið sleppa børnum okkara uppá fjall?

- Vit hava hoyrt, at samráðingar eru í gongd. Semja er eftir øllum at døma ikki fingin, men kortini er grópingin til tunnilsmunnan byrjað á traðunum á Hvítanesi. Onki av hesum hevur verið á skrá í býráðsnevndum ella á almennum býráðsfundi

- Latið okkum taka Føroyar sum tað landið tað er, og umráðandi er, at leik og lærd ikki fyrigykla fólki nakað, sum er óveruligt - ella ikki er

- Hugleiðingar í samband við altjóða kvinnudagin eftir at hava sæð eina sending í sjónvarpinum. Har komu fleiri boð og orsøkir fram um, hví kvinnurættindi enn í dag nógvastaðni eru ikki eksisterandi

- Undirritaði hevur seinastu 14 dagarnar roynt at útvega tilfar og seta seg inn í málið um skattaroknskapin hjá Eik Banka. Tað sum eg eri komin til sær ikki gott út

- 1000 tøkk fyri eina frálíka musikalska sending. Gævi tú heldur fram við hesum avbera góða musikki

- Seinastu tíðina hava vit sæð, at flestu arbeiðsskaðar henda innan røktarfakið. Aftur at tí kann sigast, at talið av sjúkrarøktarfrøðingum, ið verða sjúkrameldaðir vegna strongd, økist

- Tingkonurnar nú á døgum siga: ”Stundin er nú komin til, at Føroyar dagføra lóggávuna, so samkynd og hinskynd verða javnsett í mun til borgarlig rættindi, eisini í hjúnabandslóggávuni”

- Nú er ætlanin at gera ein breiðan veg við 6000 bilum um dagin beint norðan fyri húsini á Hvítanesi, har ætlanin annars var at byggja

- Verður skynsamt farið fram, og hugsað verður frameftir við tilrættaleggingini av undirsjóvartunnilinum, so kann havnarlagið á Gomlurætt gerast tókt til enn fleiri endamál, bæði innan ferðavinnu og aðra vinnu við

Sjúkrahús er ein miðdepil, sum lív, veikleiki og deyði snúgva seg um og krøvini til hendur, heilar og kenslur hjá starvsfólkum eiga at vera optimal

- Nú verður kravt av teimum homoseksuellu, at hjúnaðarsambandið millum mann og kvinnu skal javnstillast við par av sama slagi, t.v.s maður og maður, eins og kvinna og kvinna! Hetta er jú fullkomuliga í stríð við alla moralska lóg og náttúrulóg!

- Opið bræv til Sirið Stenberg, Landsstýriskvinnu, viðvíkjandi kommunalum sáttmálum sum verða gjørdir undir kommunusamanleggingum

- Løgmaður visti, at hann í oktober søkti eftir einum ráðgeva til sín sjálvs. Og ikki, sum løgmaður segði, sambært útvarpinum, at fyrisitingin vildi hava ein búskaparfrøðing

- Síðstu fáu árini hevur homoseksuella rørslan veruliga fingið fastatøkur í landi okkara. Kravd homoseksuel rættindi hava framleitt eitt stórt politiskt mál, sum fyllir nógv í sálini hjá føroyska samfelagnum

- Starvsmannafelagið hevur limir, ið eru beinleiðis dotnir niður ímillum. Hetta eru starvsfólk, ið eru ófaklærd, og hava staðið á síðsta lønarstigi í nógv ár, uttan at verða bólkað av nýggjum - og tað er ikki rætt