Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Tórshavnar kommunu segði einum starvsfólki í barnatannrøktini úr starvi vegna

Tað hevur verið sera ófriðarligt í Keypmannahavn í allan dag, og eftir at ófriðurin fyri tað mesta hevur verið á Nørrebro, hevur hann nú eisini spjatt seg til Christianshavn í kvøld

Islamkritikkarin og stovnarin av flokkinum "Stram Kurs" Rasmus Paludan varð í dag álopin av einum ella fleiri monnum á Blågårds Plads

93% av Eysturoyartunlinum er nú boraður. Hetta kom fram á aðalfundinum hjá P/F Sandoyar- og Eysturoyartunlinum

29 ára gamli René Jøhnke frá Aarhus var ikki glaður fyri, hvør hann var, og hevði í mong ár havt trupult við at finna "meiningina" í gerandisdegnum

Tá vinnukavarar útbúgva seg í Føroyum, skulu hesir sambært krøvunum frá mynduleikunum avgreiða venjingar í einari trýsttangaskipan

Yvir 1.900 býir og bygdir eru rakt og fyribils eru 77 funnin deyð

Bussarnir koyra ikki skírhósdag, langafríggjadag umframt 1. og 2. páskadag

Bretski stand-up komikarin setti seg á ein stól á pallinum og doyði av hjartatilburði, meðan áhoyrarnir hildu áfram at flenna

Hvíta Húsið í Washington er avbyrgt eftir eina møguliga hóttan. Secret Service váttar hendingina. Sambært eygnavitnum hevur ein maður sett eld á seg sjálvan uttanfyri bygningin

Nú verða parkeringsgjøld á girokorti í plastlumma fortíð. Plastið verður skift út við eina pappírsál, sum vatn ikki rínur á

- Okkara niðurstøða er, at umbønin um eykajáttan var ikki grundað á eina veruliga meting av, at upphæddin til grøna orkuloysn fór at mangla í, fyri at bygningurin kundi gerast liðugur

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina verkætlan frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunnninum. Stuðulin á 398.000 kr. til Føroya Psoriasisfelag er til eina kanningarverkætlan

Nú alt er talt saman, kom samlaða talið av skotnum harum í 2018 upp á 5.136 harur. Hetta er gott 1.000 harur færri enn í 2017, tá 6.409 harur vórðu skotnar

J. & K. Petersen og NCC Føroyar hava undirskrivað sáttmálar viðvíkjandi Sandoyartunlinum

- Fyri at virka som advokatur í Føroyum skalt tú hava danskt løgfrøðiligt embætisprógv

Útvarpsmaðurin hevði drúgva samrøðu við Hannu Jensen í tíðindasendingini kl 18 í kvøld, har vit fingu ein eitt sindur endaleysan enda á samrøðuni

- Tá ið so mest akutta endurmenningin er fingin á lag, verður patienturin útskrivaður - til - - - onki!

Julian Assange er handtikin, upplýsur bretsk løgregla

ES og Stórabretland eru samd um eitt «smidligt brexit» við freist 31. oktober

Vegurin millum Handilsskúlan og Bónus verður stongdur frá hósdegnum 11. apríl kl. 19 til arbeiðið er liðugt

Í kvøld skula stats- og stjórnarleiðarar í ES taka støðu til, um brexit skal útsetast einaferð afturat

Um vikuskiftið fara elbussar at koyra allar rutur í Roskilde. Roskilde er sostatt fyrsta kommunan í Danmark sum fer at brúka elbussar burturav

Granskarar hava almannakunngjørt fyrstu myndina, ið er tikin av einum svørtum holi. Tað sær út sum eitt glógvandi eyga við myrkri í miðjuni

Hav Nordic liggur inni á Sundi í dag og Brennistøðin á Hjalla avskipar ikki minni enn 1600 tons av gomlum jarni úr goymsluni

Sáttmáli varð í síðstu viku undirskrivaður við byggifyritøkuna Konsax. Og nú er longu farið í gongd við at bøta um umstøðurnar á vegamótinum við Hvítanesvegin og Eystara Ringveg

F1 lánið endaði á -0,14% og fyri privatkundar við avdráttarfríum láni kostar tað nú 720 kr um mánaðin at læna eina millión

Søkt verður eftir bæði tíðindaleiðara og avloysara fyri deildarleiðaran á Mentan, sum er í farloyvi. Ætlandi verða størvini sett í fyrru helvt av mai mánaði

Í 2018 var innflutningurin av olju til Føroya methøgur. Hetta er ikki í tráð við orkumálið hjá samgonguni um at fáa helvtina av øllum almennum bygningum at brúka grøna orku innan 2025

Tað vísur innlit, sum VP hevur fingið í samlaða kostnaðin frá tí Liljan Weihe fekk fyrsta ætlanarskrivið tann 30. november 2017

Eftir fleiri ár við negativum lyklatølum og døprum forsagnum eru útlitini nú bjartari

Tvær ísraelskar sjónvarpsstøðir hava gjørt nýggjar prognosur viðvíkjandi valinum í Ísrael, og geva tær ein sigur til forsætisráðharran Benjamin Netanyahu

Benny Gantz sigur seg hava vunnið ísrelska valið og biður forsætisráðharran Benjamin Netanyahu um at viðurkenna ósigurin

Ovastin í Secret Service í USA, Randolph Alles, er biðin um at fara frá, skrivar CNN

Samskipandi eindin skal tryggja, at sáttmáli sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek – Breksáttmálin – virkar í verki á øllum økjum

Pullartarnir undir Bryggjubakka verða virknir aftur í morgin týsdagin 9. apríl kl. 11

Semingsuppskotið er vrakað av bæði Reiðarafelagnum og manningarfeløgunum. Sostatt halda samráðingarnar fram

Í farnu viku vóru 44 hjálparfólk á dagstovnunum í Tórshavnar kommunu á førleikamenningarskeiði, sum Barna- og ungdómsdeildinskipaði fyri

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi fyrisitingarligar mannagongdir í sambandi við, at TAKS setti upp forboðsskeltir ímóti mynda- og videoupptøkum á tolløkinum í Vágum

Seinkingar og tillagingar hava verið í ferðaætlanini síðani, men Atlantsflog væntar at seinni í vikuni er alt komið uppá pláss

Fyrrverandi bretski uttanríkisráðharrin hevur sagt, at eitt sokallað "hart brexit" er tað, sum bretar valdu í 2016

Hetta sigur Martin Kúrgberg, leiðari á Herberginum og Frælsinum, í samrøðu við Local.fo

Theresa May forsætisráðharri sigur at brexit-tingingarnar við Labour krevja «neyðsemjur á báðum síðum», og at tað kann enda við at Stórabretland verður verandi í ES

Tann dripni persónurin og teir skaddu persónarnir eru ungir menn í 20-ára aldri, segði løgreglan á tíðindafundi

- Úrslitini vísa í fyrsta umfari, at títtleikin er nakað hægri í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum

Pál Weihe er kosin at vera heiðursambassadørur fyri sítt slóðbrótandi arbeiði at savna vitan og halda ráðstevnur í Føroyum

 

Ein stór uppvaskimaskina skal vaska plastgløsini á festivalunum NorthSide, Roskilde Festival, Tinderbox og Grøn

Á ársfundinum nú í morgun hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd varð ljós millum annað varpað á týdningin av at fáa so nógv og fjølbroytt hagtøl og lýsingar av ferðsluóhappum sum til ber

- Havi havt nógvar sera góðar upplivingar við venjing í føroyska veðrinum. Onkuntíð er veðrið keðilig, og onkuntíð er veðrið deiligt

Í løtuni eru 3 flokkar inni í skúlapartinum, 2 heilsuhjálparaflokkur og ein heilsurøktaraflokkur