Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Í gjár var Jobmatch í Norðurlandahúsinum. Hetta var 10. ferðin, at starvssøkjandi og arbeiðsgevarar kundu nýta høvi at hittast til prát um møguligt samstarv

Eirik Suni Danielsen, sum seinastu 15 árini hevur verið ímyndin av gistingarhúsinum við Gjógv, fer um ársskiftið burturúr virkseminum í Gjáargarði

Hilmar Eliasen, stjóri á SSL, sigur, at tað, sum hevur týdning fyri Strandferðsluna, er, at hon kann røkja flutningsskylduna á besta hátt í mánaðunum, sum liggja fyri framman

Nú stundar til árligu nýggjársbálini gamlaárskvøld. Og tí er stundin eisini komin til at søkja um loyvi at brenna bál hjá teimum, sum hava í hyggju at brenna nýggjársbál

Næsta ár ætla enn fleiri útisetar at flyta aftur til Føroya. Tað vísir ein nýggj kanning, sum fyritøkan Syntesa hevur gjørt

Tvey vietnamnesisk ferðafólk doyðu í dag nær við tær stóru pyramidurnar í Giza í Egyptalandi, eftir at ein bumba, sum lá við síðurnar av vegnum, brast og rakti bussin, sum tey vóru í

North2north-samstarvið er liður í UArctic samtakinum, og umframt seks lærdar háskúlar úr danska ríkinum, taka lærdir háskúlar frá øðrum arktiskum londum eisini lut í samstarvsætlanini

Skipara- & Navigatørfelag hevur í dag havt ársaðalfund á Hotel Tórshavn. Nevndarval var, har seks nevndarlimir stóðu við afturvali

Beint fyri jólum, hin 22. desembur, rakti ein flóðalda Sunda Strait í Indonesia

Her er vegleiðing til skráseting til borgarar í Klaksvíkar Kommunu, sum ætla sær at brenna bál á nýggjárinum

Tað er enn ikki funnið fram til hvør er handan telduálopið

Á heysti 2017 tók Nýggjársnevndin í Vági avgerð um, at filmur skuldi gerast um nýggjárshaldið í Vági, og heitt varð á teir báðar Una Arge og Hans Petur Hansen um at standa fyri filminum

Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, er ónøgdur við, at teir smáu miðlarnir, sum hann málber seg, fáa ein so stóran part av miðlastuðlinum, sum teir fáa

Heðin var bara 13 ár, tá hann mynstraði sín fyrsta túr við Tinganesi í 1957 og nú er hann 74 og hevur verið sín síðsta túr

Í morgun hendi ein syrgilig ferðsluvanlukka, sum hevði við sær, at trý bretsk ferðafólk lótu lív. Vanlukkan hendi við Skeiðarársand í Suður Íslandi

Rúni Weihe og Hans Jákup Jacobsen hava vart hvør sína ph.d. ritgerð

Tað var líka fram til á sumri í 2018, at kvinnur ikki høvdu loyvi at koyra bil í Saudi Arabia í heimsins kanska mest konservativa landi. Men tað hava tær so loyvi til nú

Fiskiveiðueftirlitið boðar frá, at treytirnar fyri at fáa fiskiloyvi í bólki 5 A er broyttar til komandi ár

Gomul siðvenja er, at tað er eitt sindur dýrari at leiga hýruvogn á jólum. Men at ein teinur á 12.7 kilometrar skuldi kosta 879 krónur, tað hevði danin Per Dyrland Arnoldi ikki væntað

Suður italski býurin Polignano a Mare hevur nú ásett eitt gjald á 5 evrur (35-40 krónur) fyri at sleppa inn í miðbýin í býnum

Í stórari samrøðu við Berlingske Tidende sigur nýggi formaðurin, at humaniter hjálp fer at fylla meira enn higartil

Tveir japanskir menn vórðu avrættaðir í morgun fyri dupultmorð sum teir framdu í 1988

Tað var ein eyðmjúkur og kensluborin Walther Baldwin, sum á ársins stytsta degi fekk handað heiðurin “Ársins rósa” fyri árið 2018 frá Jógvani Skorheim, borgarstjóra

Amerikanski forsetin Donald Trump er púra óvæntað farin á eina jólavitjan til Irak. Endamálið við vitjanini er at heilsa uppá amerikonsk herfólk í landinum

Í summar fór Holger um tey 67 árini, og hevur hann nú valt sína pensjonisttilveru til

Á jólum fáa børnini gávur og eru glað. Á jólum fáa tjóvarnir eisini fría atgongd til nógv hús, sum standa tóm, tí fólk eru farin til familju, vinir ella aðrastaðni at halda jól

Tveir mans fóru til hendurs í Havn í nátt. Annar av teimum hevði ein felliknív á lofti, sum bar við hálsin á hinum

Talið á útisetum, sum siga seg ikki vita, um tey skulu búgva í Føroyum eftir loknan lestur, er minkað við knapt 40% síðan 2012. Samstundis siga munandi fleiri, at tey vilja flyta til Føroyar innan eitt ár

Japan gongur harvið somu leið sum Noreg og Ísland

Aftur í ár hevur Føroyska Sjómansmissiónin latið jólapakkar til sjófólkið. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, sigur, at í ár eru 1225 pakkar latnir umborð á 105 skip

Sjónleikarin Chow Yun-fat, sum er úr Hong Kong, hevur avgjørt at geva næstan 5 milliardir til vælgerðararbeiði

 

Microchippið skal brúkast í staðin fyri gjaldskort, limakort, lyklar og annað

Samanumtikið er áhugin millum læknar at taka ein part av síni víðari útbúgving í Føroyum vaksandi

Jólaaftan hevur verið óvanliga friðarligt hjá løgregluni

Fólkatalið í Japan er lækkað nógv seinastu trý árini

Nýggj kanning: Minst 100.000 danskarar hava ikki ráð til nokk av mati

Í minsta lagi 43 eru deyð og nærum 600 særd eftir eina stóra flóðaldu sum hevur rakt í nátt

Tollaksmessudag verður ein góður dagur. Mestsum stilli, turt og klárt, ongantíð meira enn hálvaskýggjað

 

24 ára gamla Louisa frá Danmark og 28 ára gamla Maren frá Noregi fóru til gongu úr Imlil og vórðu álopnar av monnum við tilknýti til IS

Nú hevur tú møguleika at vinna ein Lamborghini - við undirskrift frá pávanum á motorlúkuni

Miðlastuðulsnevndin hevur í dag játtað átta føroyskum miðlum tvær milliónir krónur í miðlastuðuli á øðrum sinni

Fyrr í mánaðinum vitjaðu lesandi í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum á Marine Harvest Faroese í Oyndarfirði og Bakkafrost á Glyvrum. Hetta var í sambandi við lærugreinina Alivinnubúskap

Nevndin í Reyða Krossi hevur gjørt av at senda 300.000 krónur sum neyðhjálp til Yemen

Eykabáturin verður sostatt sigliklárur í Føroyum um áleið eitt ár

- Lívfrøðilesandi, verkfrøðilesandi og onnur lesandi hava nakað at síggja fram ímóti í sambandi við Jobmatch í Norðurlandahúsinum millum jóla og nýggjárs, har Fiskaaling eins og seinastu árini fer at hava ein bás

- Endamálið hjá Landsverki er at koma í samband við lesandi og onnur á starvsstevnuni, og soleiðis nýta høvið til at bjóða okkum fram sum arbeiðspláss

Stórur eldsbruni var í Bilrøkt í Havnardali um middagsleitið í dag

Á Jobmatch starvstevnuni í næstu viku ber til at koma á tal við 61 arbeiðsgevarar, sum umboða ein breiðan hóp av føroyska arbeiðsmarknaðinum

Í oktobur var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,4%, samanborið við 1,5% mánaðin frammanundan og 2,3% fyri einum ári frammanundan