Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Í morgin, mánadag, verða fyrstu trøini plantað í einum skógfriðaðum lendi á Sevmýri á Tvøroyri. Eftir ætlan verða fløgini loyst fyri fyrstu trøunum um eitt-tíðina

VG hevur fingið atgongd til ljóðloggin millum fregattina «Helge Ingstad» og «tangaskipið Sola»

Flutningsráðharrin í Stórabretlandi, Jo Johnson, hevur lagt frá sær í protest móti brexit-samráðingunum og krevur nýggja fólkaatkvøðu

Eitt ferðafólkaflogfar á veg til Toronto vendi við eftir 20 minuttir av tekniskum trupulleikum. Seks persónar fingu skaða tá ið flogfarið krasjlendi á flogvøllinum í Guyana

Tøl frá miðskeiðisvalinum í USA vísa at 79 prosent av jødisku veljarunum hava valt valevni hjá Demokratunum: Bara 17 prosent siga seg hava valt Republikanararnar

Býurin Paradise við 26.000 íbúgvum har norðuri í deilstatinum Kalifornia er so at siga oyddur. Fleiri tíggjutúsund eru evakuerað undan skógareldinum

Í sambandi við at Tórshavnar Kommuna arbeiðir við at betra um kloakkviðurskiftini og lukttrupulleikarnar í miðbýnum, verða kloakkirnar dagførdar til at lúka øll nútíðar krøv

Læknafelagið hevur boðað frá, at teir ikki gera arbeiði hjá ljósmøðrum í verkfalli

Fleiri tíggjutúsund íbúgvar í Kalifornia hava fingið boð um at evakuera av skógareldi sum breiður seg skjótt í deilstatinum

Í dag hevur Tórshavnar kommuna lutað út tey 45 grundøkini í næstu útstykkingini við Klingurstjørn á Argjum

64 ára gamla kvinnan, sum er skuldsett fyri at hava stolið 111 milliónir krónur frá sosialu myndugleikunum, er leyslatin í Suðurafrika

Fyrsta bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens varð latin í 1958, og varð handanin í ár sostatt nummar 60

Fleiri seljarar hava ognað sær atgongumerki at síggja Michelle Obama í Royal Festival Hall í London

Politisk avgerð er tikin um at endurstovna tunnilsliðið hjá Landsverki, sum hevur fingið uppgávuna at bora smærri tunlar til bygdir í Føroyum

Eitt T-34 flogfar hjá Marine Fighter Attack Training Squadron 101, 3rd Marine Aircraft Wing, fleyg eitt irregulert mynstur yvir Saltonvatninum

Verkfallið fær ávirkan á gerandis virksemið hjá Føðideildini og í Ljósmøðraskipanini

Skrúvað verður fyri vatninum í Sverrisgøtu og Dr. Jacobsensensgøtu, á strekkinum millum Tórsgøtu og gamla Kirkjugarð, í Magnus Heinasonargøtu, Bøgøtu og í Tróndargøtu, millum Sverrisgøtu og Niels Winthersgøtu, í kvøld frá kl. 19 til midnátt

Norska fregattin KNM Helge Ingestad er um at søkka og øll manningin er flutt av skipinum

Arkitekturin J.P. Gregoriussen - Palle - bjóðaði herfyri Tórshavnar kommunu allar myndir sínar, sum stóðu í goymsluni í Doktara Jakobsens gøtu 15

Langar bilrøðir vóru á vegnum omanfyri bátahylin eftir ferðsluóhapp fyrr í morgun. Eitt fólk er flutt á Landssjúkrahúsið

Ein maður er fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir eitt ferðsluóhapp í Vestmanna

KVF spyr Ewald Kjølbro, hví pengarnir ikki passa á Glasi. Hví eingin "sedum" flagtekja er løgd á tekjuna á Glasi, hóast løgtingið hevur játtað sjey milliónir til júst hesa endamál - og pengarnir eru brúktir

Týsdagin 6. november 2018 undirskrivaðu Marita S. Dalsgaard, forfólk hjá LISA og Thordis Dahl Hansen, varaborgarstjóri eina nýggja avtalu um, at listafólkabústaðurin í Tjørnuvík verður nýttur til listafólkabústað

Føroyar hava ikki einans nógv tann lægsta títtleikan av fosturtøkum av øllum Norðurlondum, men eisini størsta títtleikan av livandi føddum

Í 2017 vórðu 19 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er metlágt og ein fjórðingur av tí, sum var fyri meir enn tríati árum síðani

Demokratarnir vunnu ræðið á Umboðsmannatinginum, men republikanararnir øktu um meirilutan í Senatinum, er úrslitið av miðskeiðisvalinum í gjár

Sjónleikarin Michael Douglas hevur fingið sína stjørnu á Walk of Fame. Eftir yvir 50 ár í undirhaldsvinnuni verður Douglas nú heiðraður við einum plássi á helst heimsins kendastu gongubreyt

Langar bíðirøðir og maskinur sum ikki rigga merkja teir fyrstu tímarnar av amerikanska miðskeiðisvalinum

Cider er nú aftur javntstillað við bjór, tá tað kemur til innflutning av rúsdrekka hjá ferðandi

Ljósmøðurnar vrakaðu semingsuppskotið og leggja nú arbeiðið niður

Kringvarpsstjórin Ivan Niclasen hevur ætlanir um at lýsa eftir nýggjum leiðara til deildina Mentan í KVF í næstum, men viðvíkjandi tíðindaleiðaranum hevur hann onga viðmerking

Fyri tveimum árum síðani fekk Hillary Clinton næstan tríggjar milliónir fleiri atkvøður enn Donald Trump, men tapti kortini forsetavalið

Semingsstovnurin fer nú klokkan 10 at leggja semingsuppskot fyri Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið

Vinnarin av Creative Business Cup Føroyar, Sverre Nolsøe, skal kappast á altjóða íverksetarakappingini í Keypmannahavn 25. - 27. novembur 2018

Minst tíggju fólk svíma hvønn dag í fólkamongdini á veg til Tað sixtinska kapellið í Róm, siga ferðaleiðarar

- Endamálið er at vísa á, at aldurdómurin er verdur at gleða seg til. Tað sigur Hansa Hansen, samskipari á nýggjum føroyskum eldrablaði, sum kemur út fyrsu ferð síðst í november

Eitt hjálparfólk hjá Reyða Krossi skar seg illa tá tey skildu brúkt klæðir

Eitt av størstu málum um svik nakrantíð í Danmark er um at vera liðugt

Í samrøðu við CNN siga synirnir hjá dripna saudiska journalistinum Jamal Khashoggi at teir hava tosað við saudiskar myndugleikar um at teir ynskja at fáa líkið av pápanum

Fyri løtu síðani var eitt fersðluóhapp á Sandvíkarhjalla sum viðførdi at Kaldbaksvegurin var stongdur, men nú er koyrandi aftur

95 prosent av atkvøðunum í Ný-Kaledonia eru taldar upp, og 56,8 prosent siga nei til loysing frá Fraklandi

Tað eydnaðist føroyskum børnum og vaksnum at savna 4.064 skógvaeskjur inn, sum beint nú eru á veg til Onglands og síðani til Rumenia

Politiið hevur millum annað ynski um, at duravørðar skulu hava reina revsiváttan

Landsfundurin hjá norska Kristiliga Fólkaflokkinum samtykti at flokkurin skal royna at koma í sitandi stjórnina hjá Ernu Solberg

Samlaði kostnaðurin er mettur til 66 milliónir krónur (uttan mvg), óvæntaðar útreiðslur, listarverk og leyst innbúgv

- Øll kunnu vera við til at hjálpa, og hetta er okkara íkast til stríðið ímóti krabba. Tað er orsøkin til, at vit eru farin í gongd við hetta Movember-átakið saman við Krabbameinsfelagnum, sigur Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service

Arbeiðið at rigga vøllin til byrjar í morgin, leygardagin 3. november, og í tí sambandi verður ongin gjøgnumkoyring á Vaglinum frá í morgin

Herfyri søkti Landsverk eftir leiðara til Byggideildina, og stovnurin hevur nú sett Jón O. Sólsker í starvið. Nýggi leiðarin hevur verið í starvi á Landsverki síðani 2014

250.000 nýggj arbeiðspláss eru skapt í USA, og lønarvøksturin er tann størsti í næstan tíggju ár. Tað vísa nýggju tølini løgd fram í dag av amerikanska arbeiðsmálaráðnum