Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Dansk Folkeparti krevur nú, at børn hjá flóttafólkum ikki longur skulu sleppa at ganga í fólkaskúlum í Danmark, men at tey í staðin skulu fáa undirvísing í flóttafólkamiðstøðum

- Fleiri sjúklingar og avvarðandi hava gjørt vart við, at tey hava verið sera væl nøgd við viðgerðina, tey hava fingið frá íslendska læknanum og starsfólkum hansara

Umframt uppboðssølu og økiskvotur er nakað nýtt komið í uppskotið um sjófeingi - nú skulu 3 prosent takast árliga av søguligu rættindunum

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá lítla samgonguflokkinum at so nógv er slakað í álitinum sum kom úr Vinnunevndini

Eftir at vinnunevndin hjá løgtinginum í kvøld hevur latið álit úr hondum í málinum um fyrisiting av sjófeingi, er nú klárt til 2. viðgerð av málinum í tinginum

- Ger landsstýrismaðurin ikki tað, eigur løgmaður at loysa hann úr starvi. Um tað ikki eydnast eigur løgtingsformaðurin enn einaferð at senda Løgtingið heim

Loksins hevur Vinnunevndin hjá Løgtinginum latið álit úr hondum í málinum um fyrisiting av sjófeingi

1. desember fór Trúgvi Gudmundarson, varaborgarstjóri, í farloyvi frá bygdaráðnum í Hvalba

Sambært John Dowd, advokatinum hjá Donald Trump, var tað hann, sum hevði ábyrgdina av tweetinum, ið møguliga kann fáa amerikanska forsetan í álvarsligar trupulleikar

Meirilutin í Vinnunevndini, andstøðuumboðini, hava longu skrivað sínar viðmerkingar til uppskotið, men samgonguumboðini eru ikki liðug enn

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Randi Frederiksberg í starvið sum leiðari í Yrkisdeplinum

Trump kann hava tweetað seg til ein dóm fyri at hava forðað kanningararbeiðnum av einari revsiverdari gerð, metir Richard Painter, sum var etikkráðgevi hjá George W. Bush

Hetta sigur Sigmund Poulsen, sakførari hjá Liljuni Weihe, við in.fo í dag

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, hevur tilnevnt teir tilsamans níggju limirnar, sum fara at mynda Etiska ráðið komandi fýra árini

Landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg og Kristina Háfoss hava gjørt av, at eftirmetingin av eldraøkinum skal gerast longu fyrst í komandi ári

Fíggjarmálaráðið boðar frá í dag, at frágreiðingin frá skattanevndini verður løgd fram í Smæruni í morgin, týsdagin 5. desember kl. 11

Uppskotið um at gera tað lættari hjá fyritíðarpensionistum er fyrst á skrá

- Ógvusligur niðurskurður í kvotum og brandskatting av vinningi

Hetta er boðskapurin í einum bloggi hjá Mirco Reimer-Elster um Russlandsmálið, sum hann heldur hevur fingið eina álvarsama vend

- Men vit fara ikki at blaka teir út í fallskíggjum yvir Raqqa, sigur Marcus Knuth, talsmaður hjá Venstre í útlendingamálum

25 ára gamla Christina Krzyrosiak Hansen, komandi sosialdemokratiski borgarstjórin í Holbæk Kommune, ætlar sær at fara øðrvísi til verka enn borgarstjórar flestir

Norðurkoreanska uttanríkismálaráðið sigur nú í einum tíðindaskrivi, at tað ikki er Norður Korea, men USA, sum roynir at fáa vátt í reiðrið ímillum londini bæði

Fleiri løgreglufólk og í minsta lagi eitt mótstøðufólk eru komin til skaða í sambandi við eina mótmælisgongu í Hannover í dag

- Men tað eru teir líkaglaðir við, tí fyri teir eru tað ikki búskaparligir spurningar, sum eru týdningarmiklir, men heldur hinvegin virðis- og mentanarpolitiskir spurningar, halda politiskir viðmerkjarar

Tey fimm arktisku strandalondini eru samd um, at eitt øki í Arktiska Havinum, sum er størri enn alt Miðjarahavið tilsamans, skal verjast ímóti óskipaðum fiskiskapi framyvir

- Tað er ikki grønlendskur politikkur at halda seg burtur frá einum møguleika at samstarva um tingini, sigur Aqqaluaq B. Egede, landsstýrismaður í fíggjar- og skattamálum, við grønlendska kringvarpið

Bernie Sanders frá Demokratunum var í øðini, eftir at tann søguliga skattanýskipanin varð viðtikin í senatinum í nátt

- Eg eri sambandsmaður, og eg stuðli Poul Michelsen, landsstýrismanni í Uttanríkis- og Vinnumálum, í tí avtaluni, sum hann hevur gjørt í Útnorðurráðnum

Senatið hevur í nátt viðtikið eina søguliga skattanýskipan, sum er ein politiskur sigur fyri forsetan, Donald Trump, skriva útlendskir miðlar í dag

Jared Kushner, svigarsonurin hjá Donald Trump, skal hava givið Michael Flynn, fyrrverandi amerikanska trygdarráðgevanum, boð um at seta seg í samband við russar undan forsetavalinum í fjør

- Tað er forbannað nógv fyri at vita sær, at teir (danska stjórnin) skriva til Íslands og annullera eina avtalu sum vit hava gjørt, sigur Poul Michelsen við Útvarpið

- Í dag hevur landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum gjørt Føroyum fyri skommum

- Tað er tað stutta av tí langa, og avtalan er at eg skal síggja álitið, tá ið tað er klárt, sigur samgongulimurin Kristin Michelsen

Bárður á Steig Nielsen, varalimur í uttanlandsnevndini, heldur ikki nógv um tað, at Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, ikki hevur valt at møta á ráðstevnuni í Keypmannahavn

- Hetta er eitt akademiskt roknistykki sum tað er enda við, tíverri, segði formaðurin í Framsókn og HAPS-samgongulimurin Poul Michelsen í fiskivinnutjakinum í gjárkvøldið

- Sálarligur harðskapur er ikki minni vandamikil enn likamligur harðskapur. Hetta eiga vit at taka í nógv størri álvara, enn vit higartil hava gjørt

- Enn einaferð gongur sjón fyri søgn, at Danmark er ein fótongul fyri uttanríkispolitiskum framstigum hjá Føroyum

Liberal Alliance, sum situr í stjórn í Danmark, ynskir eina fólkaatkvøðu um at legalisera hash

Sambært New York Times og CNN skal amerikanski forsetin, Donald Trump, nú vera til reiðar at siga uttanríkismálaráðharran, Rex Tillerson, úr starvi í næstu framtíð

Undir fiskivinnutjakinum í Fuglafirði í kvøld, segði Tórbjørn Jacobsen, at hann hevði hoyrt at semja verður funnin um fiskivinnu nýskipanina. Hann metti eisini at andstøðupolitikarar fóru at taka undir við henni

Miðað verður eftir at leggja álitið til uppskotið um eina fiskivinnunýskipan fram á næsta tingfundi, sum verður mánadagin, sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini, við Kringvarpið í kvøld

Ella so gott sum javnstøða í íslendsku stjórnini. Av teimum 11 ráðharrunum í nýggju íslendsku stjórnini eru fimm kvinnur og seks menn

ES, Afrikanska Samveldið og ST hava í dag gjørt eina avtalu, ið hevur við sær, at fleiri túsund flóttar, sum hava livað undir ómenniskjansligum korum í Lýbia, verða sendir aftur til londini, har teir eru komnir frá

Íløgurnar fyri næsta ár verða 38,1 mió krónur, meðan skattaprosentið verður 21,5% og barnafrádrátturin 5.000 krónur, boðar Sunda kommuna frá

Rósa Björk Brynjólfsdóttir og Andrés Ingi Jónsson frá Teim Vinstragrønu eru ónøgd við samstarvið, sum flokkur teirra er farin undir. Tey undirskrivaðu ikki stjórnarskjalið í dag

Løgtingsgrannskoðararnir hava grannskoðað landsroknskapin 2016

Kristina Háfoss svaraði í gjár munnligum fyrispurningi frá Jørgeni Niclasen viðvíkjandi lønarsamráðingunum, sum standa fyri framman

Bjarni Benediktsson frá Sjálfstæðisflokkinum, sum hevur verið forsætismálaráðharri í Íslandi hetta síðsta árið, vendir nú aftur til fíggjarmálaráðið, har hann var í tíðarskeiðnum 2013-16

Katrin Jakobsdóttir frá Teim Vinstragrønu kemur at standa á odda fyri einari margháttligari stjórn við høgraflokkunum Sjálfstæðisflokkinum og Framsóknarflokkinum

Nú Norður Korea, sambært sær sjálvum, er vorðið eitt kjarnorkuveldi, eru góð ráð dýr