Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Leiðslan í Miðflokkinum hevur í dag tikið avgerð um, at Miðflokkurin ikki fer at stilla upp til fólkatingsvalið. Flokkurin heitir eisini á løgmann um beinanvegin at skriva út val til Løgtingið

Løgtingsval verður leygardagin 31. august. Hetta váttar løgmaður fyri Sosialinum í kvøld

Fríggjadagin 10. mai fer arbeiðsbólkurin, sum var settur at gera uppskot til umsitingarætlan fyri botnfisk undir Føroyum, at handa sítt tilmæli

Fyrsta formansumfarið í samband við fólkatingsvalið 2019 verður í útvarpinum og sjónvarpinum í kvøld eftir D&V

Ætlanin skal vera við at gera viðgerðina til sjúklingin neyvari og við færri hjáárinum

At fólkatingsvalið er útskrivað í dag og verður 5. juni, ger at vit fáa longsta valstríð síðani 1975 - 29 dagar

DR.DK svarar spurningum sum, hevur Drotningin valrætt, hvat er promillumarkið fyri at atkvøða, og hvussu við at taka selfie?

Magni Arge, fólkatingsmaður, hevur á fólkatingi tikið spurningin upp um samstarv millum føroyskar myndugleikar og stovnar undir ST um menningarhjálp

- Onkur roynir at raka Javnaðarflokkin við søgum um ólógliga penganýtslu. Ein klaga er enntá send til formansskapin. Men einki er at koma eftir

- Sambandsflokkurin fegnast um, at uppskotið frá Sambandsflokkinum um jarðhita og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta flógva vatnið í føroysku undirgrundini til upphiting av sethúsum, bleiv samtykt í Løgtinginum 3. mai

- Uppskotið til samtyktar frá Sambandsflokkinum um at gera eina menningarætlan fyri endurmenning í Føroyum (rehabilitering), er nú loksins samtykt av Løgtinginum

- Í heilar fimm minuttir, í kringvarpinum fríggjakvøldið, fekk løgmaður høvið at greiða Føroya fólki frá løgnu politisku gongdini í Løgtinginum seinastu vikuna

Figgjadagin 3. mai 2019 var spennandi ráðstevna í Norðurlandahúsinum, sum Almannaverkið skipaði fyri saman við fleiri myndugleikum, stovnum og sjálvbodnum felagsskapum

Politisku vælfeløgini í Suðuroynni skipa fyri stórum, spennandi fólkafundi leygardagin 11. mai

Løgtingið samtykti einmælt at seta á stovn almenna føroyska virkisskrá og at tryggja løgfrøðiligar karmar um talgilda samleikan

- Eg fegnist um, at málið vann frama í kapprenningini um at koma úr nevnd og soleiðis rúmd í tingviðgerðini og náddi harvið á mál

Tá ið tjóðsangurin var sungin, boðaði tingformaðurin frá, at tingfundurin er lokin og tingið er farið í summarfrí, einar 90 dagar frí

Broytingaruppskotið hjá Miðflokkinum saman við nøkrum samgongulimum, tað sonevnda "sofa-uppskotið" var samtykt fyri løtu síðani

- Við hesum broytingunum sum nú eru skotnar upp, so fara loyvir heilt aftur til 2001 at vakna upp aftur. At 13 loyvir vakna upp aftur visti Vinnunevndin einki um, men tað visti Bill

- Fyri eitt barn, sum veksur upp í fátækraváða, er tað fullkomiliga líkamikið, um foreldrini lesa, arbeiða ella fáa forsorgarhjálp

- Tað tykist tíverri, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Javnaðarflokkurin hava gloymt arbeiðaran í excelarkinum

- Eg eri ómetaliga takksamur fyri, at eitt samt løgting hevur tikið undir við málinum, at nú verður ein alalmennur minningardagur

Tað sigur danski løgmálaráðharrin í svari til Magna Arge

Uppskotið um sjófeingislóg fór frá 40 broytingum niður á 3, nú tað var samtykt í tinginum fyrrapartin eftir broytingum frá andstøðumeirilutanum í Vinnunevndini

- Arbeiðarin hevur somu rættindi til sosialar skipanir, sum tey, ið eru lesandi ella á forsorg. Tað eru børnini, sum eru avgerandi fyri upphæddirnar

Føroyar vórðu 1. apríl myndugleiki á økinum, sum fevnir um kortagerð, men eisini um at tryggja samfelagnum álítandi og dagførdar upplýsingar

- Heðin hevur verið ein stuttligur ferðslumálaráðharri. Hann hevur sett fiktiv arbeiði í gongd fyri einar 10-15 milliardir

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, fegnast um, at ein loysn nú er funnin, so netverkini við Karlstadmodellinum kunnu halda áfram

Umleið helmingurin av revsilógini er nú føroyskað. Samstundis eru neyðugar dagføringar og tillagingar til føroysk viðurskiftini eisini gjørdar

- Framtakið umhugsar at klaga leiðsluna í Kringvarpinum til Fjølmiðlanevndina fyri brot á public-service sáttmálan og fyri ikki at vísa góðan fjølmiðlasið

- Í okkara alsamt meira talgilda heimi, hevur KT-trygd alsamt størri týdning. Tí vit skulu kunna kenna okkum trygg, tá vit eru í talgilda heiminum

Lars Løkke Rasmussen og stjórnin eru nú klár til eitt fólkatingsval

Løgtingið hevur nú endaliga samtykt uppskotini hjá Eyðgunn Samuelsen, um broyting av ávikavist løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt og leigulógini

Herborg er í løtuni fløguaktuell við nýggju fløgu síni ”Eyðkenni”, og tað er júst mentanarøkið ið liggur henni sera nær

Fyri fáum árum síðani bleiv tosað um "Exit Føroyar", og fráflytingin var hildin vera landsins størsta avbjóðing yvirhøvur. Men í 2013 vendi gongdin, og síðani hevur verið stór tilflyting

 

Nú verður tað møguligt hjá føroyingum at varðveita sín danska ríkisborgararætt, uttan mun til um tey flyta til eitt annað land og gerast ríkisborgarar har

Formaðurin í Miðflokkinum var við í at leggja broytingaruppskot fram, men tá ið tað kom til atkvøðugreiðslu, ringdi telefonin og formaðurin mátti taka hana, so uppskotið fall

- Altjóða arbeiðaradagurin, ið eigur at vera fagnaðardagur, er í dag vorðin ein stórur sorgardagur

Landsstýrismaðurin fer at arbeiða víðari við at leingja barsilsfarloyvið, soleiðis at málið, um rættin til at fáa barsilspening í eitt ár, verður rokkið skjótast gjørligt

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir førdi fram undir orðaskiftinum, at ein arbeiðari hevur góðar 12000 krónur at liva fyri um mánaðin - staki uppihaldarin 23000

Stakir uppihaldarar fáa yvir 20.000 krónur eftir skatt um mánaðin og tað halda summir politikarar er nógv, og meira enn um tú arbeiðir - er tað rætt, verður spurt

- Eg havi arbeitt nógv fyri at taka burtur tær markaforðingar, sum eru í ríkisfelagsskapinum

- Eisini hevur tað skund at fáa samtykt, at uppboðssøla av fiskirættindum í Eysturgrønlandi verður stikað

Eitt samt Løgting hevur í dag samtykt lógaruppskotið hjá Sirið Stenberg um virksemið á stovnum, ið veita rúsviðgerð

- Hvussu ætlar landsstýrismaðurin á økinum at tryggja rættindi hjá føroyskum pápum?

- Tað verður ofta sagt, at ”sambandsmenn” vóru ímóti, at føroyskt fekk innivist í kirkjunum, og skal tað vera heilt stuttligt, at orsøkin skuldi vera, at ”Várharra skilti ikki føroyskt”

Eftir ein drúgvan og heldur margháttligan dag í tinginum, boðaði tingformaðurin frá, at tingfundur verður aftur mikudagin klokkan 10 við eini drúgvari skrá

- Og atkvøðugreiðslan var fyrr enn hvat ið eg roknaði við, segði Kári P Højgaard við Útvarpið eftir at hann hevði bjargað samgonguni nakrar ferðir í dag

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur tikið orðið á tingi viðvíkjandi uppskotinum at flyta kvotur yvir um ár