Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- Ókendur

- Í 2017 helt SEV fram við mennandi átøkum á grønu kósini. Kanningar vísa, at vindur og sól eru vegurin fram, bæði tá talan er um búskaparlig og tøknilig atlit

Grønlendingar hava deilt út "ognina hjá grønlendska fólkinum", men tað er eingin uppboðssøla av hvørki makreli, sild ella svartkjafti

BankNordik hevur fingið nýggja heimasíðu í dag og kunnar um hvussu ritast skal inn í Netbankan

- Vit hava fingið bæði meiri, størri og feitari fisk í ár enn somu tíð síðsta ár, sigur skiparin á snellubátinum Karlamagnus, Magnus Johansen

Seinastu árini hevur fyritøkan við heimstaði á Strondum upplivað eina munandi framgongd

Av teimum 14 nýggju feløgunum, ið stovnað vóru í farnu viku, eru tey flestu innan íløgur í partabrøv. Onnur tó innan útgrevstur, tøkni, týðing, útleigan og sølu av fronskum hotdogs

Úrslitið fyri 2017 vísti eitt yvirskot á 46 mió. kr. Nevnd og stjóri eru nøgd við úrslitið, hóast tað er nakað lakari enn árið fyri

Níggju føroyskar fyritøkur luttaka í ár á landabásinum, har tær fara at bjóða føroyskar fiskavørur fram til áhugaðar keyparar

Trupult at fáa greiðu á, um man frá almennari síðu ynskir at tað privata skal vera við til at lyfta uppgávuna at gera fleiri leigubústaðir í Føroyum

Á aðalfundi hjá Klaksvíkar vinnulívsráði í farnu viku greiddi Durita Samuelsen, samskipari frá verkætlanini “Ung í arbeiði”, sum í ár verður skipað við ávísum broytingum samanborið við undanfarin ár

Samskiftisfyritøkan við deild í Danmark hevði ein vinning uppá 1,6 mió kr í fjør

Akraberg siglur inn til Tromsø við gott 720 tonsum av rækjum. Túrurin hevur vart ein mánaða

LÍV samtakið hevur á ársaðalfundi hósdagin 19. apríl kunngjørt roknskapin fyri 2017

Í vikuni var eitt útslendskt skip filmað av norsku Kystvakten sum tað tveitur út burturkast í norskan sjógv

P/F Vága Floghavn hevur í dag havt aðalfund. Árið 2017, sum er 10 ára føðingardagsárið, hilnaðist væl, og felagið hevði eitt yvirskot á 9,1 mió. kr

32 virkir úr Føroyum, Danmark og Noregi vísa fram sínar vørur og viðskiftafólk og onnur eru vælkomin, sigur Rúni Sundberg Patursson, søluleiðari

Føroyski útflutningurin minkaði við 23% tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár í mun til í fjør, vísa nýggj tøl frá Hagstovuni

Føroyskar fyritøkur og Visit Faroe Islands uppliva enn einaferð at vaða í gullmedaljum fyri síni avrik

Soleiðis er leigumarknaðurin í Føroyum, tá talan er um vinnuligar útleigarar vs Bústaðir

Úrslitið hjá Føroya Tele fyri 2017 gjørdist 51 milliónir krónur eftir skatt. Eigarin, sum er Føroya Landsstýri, fær 20 milliónir krónur í vinningsbýti

Fyri fyrstu ferð í søguni skal Føroya Rættur taka støðu til, um ein útlendskur minnilutaeigari stýrir einum føroyskum reiðaríi

Nú Føroyar eru vorðnar kendar kring allan knøttin, sum eitt grønt, óspilt og spennandi stað at vera, hava alsamt fleiri sæð møguleikarnar her á oyggjunum, bæði fólk og fyritøkur

Televeitarin Hey gongur nýggjar leiðir og gevur brúkarum fleiri møguleikar og betri yvirlit yvir sínar tænastur

Bæði bruttovinningur og ársúrslit hava ikki verið betri enn tað sama

Betri Banki lækkar innlánsrentuna við upp til 0,35 prosentstigum. Handilsligar orsøkir eru til rentulækkingarnar, sum fáa gildi 1. mai 2018

Semingsstovnurin heitti tí á partarnar um at leingja galdandi sáttmála til 27. apríl á midnátt, og hesum eftirlíkaðu bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya

Ein arbeiðsvika á 84 tímar í tríggjar mánaðar út í eitt hevði fingið tey flestu niður við nakkanum. Men ikki føroyskar sjómenn

Ársúrslitið hjá felagnum sum 17 føroysk fakfeløg eiga tódnaði at kalla burtur í onki í fjør - men tað hevur eina frágreiðing

Hósdagin og fríggjadagin skipar Fiskaaling fyri skeiði í endurnýtslu av vatni á smoltstøðum

Av og á fær Havstovan ymsar lutir í húsið, sum fólk hava funnið á sjógvi ella landi. Tíðliga í januar fekk trolarin Fuglberg ein gulan lut í trolið, sum teir lótu Havstovuni

Sambært eini enskari kanning hava 25 prosent av øllum sjófólkum verið tunglynt ella hava kent vónloysi seinastu tvær vikurnar. Bara helvtin hevur leitað sær hjálp

Terje Sigurdsson, semingsmaður, endaði í gjárskvøldið semingsroyndina millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya

Vinnuskráin øktist við tveimum feløgum í farnu viku, tá fimm feløg vóru stovnað, meðan trý feløg vóru strikað. Fleiri nýggir og áhugaverdir roknskapir síggjast í skipanini

Nógva virksemið í landinum sæst aftur í bókunum hjá ráðgevandi verkfrøðingunum

Fríggjadagin 13. apríl var aðalfundur í Samskifti. Øll nevndin stóð fyri vali, og Christian Nagata tók ikki við afturvali

Veðrið fer at batna seinni í vikuni, og tá kemur eisini nakað av útróðrafiski upp á land, væntar Fiskamarknaðurin

Fyri løtu síðani fór Sjagaklettur sína seinastu ferð út gjøgnum Hvalbiarfjørð. Skipari á túrinum yvir til Kanada er Tórhallur Randrup, sum eisini hevur verið skipari á Sjagakletti

Rúni Djurhuus hevur lagt eina video út frá túri við Enniberg og er upptøkan endað í fleiri stórum miðlum

Norska oljufelagið DNO hevur keypt nærum triðingin av Faroe Petroleum

- Miseydnast tað hjá okkum, kann samfelagið gerast taparin, segði nevndarformaðurin millum annað

Slakar 10 milliónir krónur lógu eftir áðrenn skatt í fjør

- Ein røð av kundum í donsku, føroysku og grønlendsku peningastovnunum fara í næstum at fáa eitt nýtt gjaldskort sendandi við postinum. Kortini verða skift út vegna illgruna um víðfevnda kortmisnýtslu, sigur BankNordik

Longu nú, hálvur apríl er ikki runnin, sæst lutfalsliga nógvur várgróður. Hetta er óvanliga tíðliga

Úrslitið eftir skatt í 2017 var eitt avlop á 17,4 mió. kr., móti 14,3 mió. kr. í 2016

Fyrsta ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 0,9 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað minni vøkstur enn fjórða ársfjórðing í fjør, tá árligi prísvøksturin var 1,0 prosent

Nógv fólk í ferðavinnuni vóru komin saman í skálan í Kommunuskúlanum í gjár at hoyra um ferðavinnupolitikkin, sum Tórshavnar kommuna hevur orðað og samtykt

Havstovan søkti í vetur um fígging frá Dancea grunninum hjá Energistyrelsen í Danmark til at halda fram við týðandi mátingunum av Føroyastreyminum og rákinum í Bankarennuni

Sjálvt um frystitrolarin Hermes er skrásettur í Loppa í Vestur-Finnmørkini, so er manningin úr Føroyum og Svøríki eisini

Rakstrarroknskapurin fyri 2017 vísir 3,9 mió. í avlopi samanborið við 18,1 mió. krónur í halli undanfarna roknskaparár

Jan Mortensen, ið hevur verið formaður seinastu tvey árini, er farin úr nevndini, og í hansara stað varð valdur Kristoffur Laksá sum nýggjur formaður