Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Útlendis ítróttur

Frakland – Slovenia 3 – 0 (25-19, 29-27, 29-27)

Í finaluni møttust Frakland og Slovenia. At Frakland kom allan vegin í finaluna var kanska ikki so óvæntað, men at Slovenia skuldi koma allan vegin, er eitt undur. Hetta er fyrsta heiðursmerki unga tjóðin sloveniska tjóðin, sum varð sett á stovn í 1991, hevur vunnið á hægsta flogbóltsstigi. Unga slovenska liðið hevur víst sera gott álopsspæl, og hevur havt sterkan blokk. Nakað sum Italia av álvara fekk at merkja í hálvfinaluni.

Í finaluni løgdu fraklendingar harðliga fyri í fyrsta setti, og teir trygt og effektivt spæl í allar mátar, og slovenar tóktust bangnir og ráðaleysir. Frakland vann eisini fyrsta settið 25-19.

Í øðrum setti var munandi javnari. Blokkurin hjá slovenum tók meira og meira, og flótandi og fjølbroytta álopsspælið legði trýst á fraklendingar. Slovenia hevði 5 settbóltar, men teir megnaðu bara ikki tað allar seinasta. Endin var tí, at Frakland vann settið 29-27 og soleiðis framum 2-0 í settum, og mótbrekkan hjá Slovenia tóktist brádliga ómetaliga brøtt.

Tað sást eisini fyrst í 3. setti, tá ið Frakland lættilga vann seg 5 stig framum. Slovenar tóktust falnir í fátt, men móti endanum á settinum tóku teir leiðsluna aftur, og Frakland mátti ígjøgnum fleiri dystarbóltar, áðrenn liðið kundi kallað seg evropameistari. Aftur hesaferð endaði settið 29-27, og slovenar høvdu tapt 3-0, hóast so nær við.

Sum í so nógvum ítróttagreinum, eru tað ofta teir leikararnir, ið skora málini ella vinna smashini, sum mest verður tosað um. Og Frakland hevur eisini hesar leikararnar, men høvuðsmunurin á Fraklandi og øllum hinum var teirra libero Jénia Grebennikov. Líka mikið hvussu harðar servurnar eru, so tekur hann perfekt ímóti, og altíð tykist hann standa akkurát har, ið smashini ella lobbini koma. Hann legði grundina undir franska sigrinum, sum má sigast at vera uppiborin, tí liðið spældi alla tíðin sum eitt lið og hevði avgerandi leikararnar, tá ið á stóð.

Bronsudystuirn
Bronsudysturin stóð ímillum Bulgaria og Italia. Dysturin var merktur av vónbrotinum hjá Bulgaria ímóti Fraklandi í hálvfinaluni, har bulgarar førdu 2-0, men kortini máttu lúta til endans. Ímóti Italia vístu bulgarar bara í løtum, hvussu góðir teir kunnu vera. Italia harafturímóti fekk alt tað at bera til, sum ikki gekk eftir vild í teirra hálvfinalu ímóti slovenum. Úrslitið gjørdist tryggur sigur til Italia.

Ivan Zaytsev, sum er stóra stjørnan á italska liðnum, var sjálvandi eyðsýndur, men tað var tó hevarin hjá italia, Simone Giannelli, ið áskoðararnir serliga fara at minnast. Hann er einans 19 ára gamal, men var tó valdur besti hevari í allari kappingini. Eitt framúr avrik. Serliga fyri ein hevara, tí vanliga verður sagt, at hevarar eru ikki á toppinum, fyrr enn teir eru farnir um tey 30. So Italia hevur gott í væntu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo