Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Innlendis ítróttur

Tað restaðu 713.000 krónur í hjá 07 Vestur í fjør. Hetta er meira enn ein tvífalding av hallinum frá árinum fyri, tá tað var 297 tkr.

Roknskapurin vísir, at nettosølan minkaði úr 3,7 mió kr í 2017 til 3,6 mió kr í fjør samstundis sum nøvnini á lønarlistanum blivu fleiri og lønarútreiðslurnar vuksu við hálvari millión til 3,3 mió kr tilsamans.

Í frágreiðingini staðfestir leiðslan tapið, men sigur seg eftir umstøðunum vera nøgda við úrslitið.

Sponsorarnir muna framvegis best av inntøkunum - teir standa fyri einum lítlum helmingi.

Feløg av hesum slagnum hava skattafrælsi.

Felagið skyldar 1,3 mió kr til peningastovnar og hevur annars eina eginogn uppá 2,4 mió kr.

Leinki til roknskapin er her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo