Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Undirritaðu feløg heita hervið á landsins leiðslu um at steðga á við arbeiðnum at gera eina nýggja skipan fyri føroysku fiskivinnuna, og feløgini taka á ongan hátt undir við uppskotinum, sum landsstýrið sendi til almenna hoyring herfyri.

Feløgini mótmæla, at føroyska fiskivinnan og atknýtt arbeiðspláss verða brúkt í einari roynd hjá landsstýrinum, og at grundarlagið undir núverandi feløgum í vinnuni spakuliga verður máað burtur.

Framtíðarútlitini hjá flotanum eru tískil sera óviss, eins og grundarlagið hjá vinnuni og tess arbeiðspláss eru í vanda.

Feløgini mótmæla, at landsstýrið ætlar at luta út fiskirættindi umvegis uppboðssølu. Hetta skapar ein sera stóran ótryggleika í føroysku fiskivinnuni og kann eisini hótta tey arbeiðspláss, sum hendan vinnan hevur skapt seinastu árini. Hetta kann eisini skapa ótrygg og óskipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.

Skipanin er harumframt sett soleiðis saman, at verandi rættindi við tíðini verða útholað, soleiðis at øll rættindi við tíðini enda á uppboðssølu.

Samanumtikið er uppskotið sera ógreitt, ófullfíggjað og skapar eina stóra óvissu hjá feløgum og starvsfólki í fiskivinnuni. Tí er tað ábyrgdarleyst at halda áfram við eini so kollveltandi nýskipan.

Niðanfyristandandi feløg mæla enn einaferð til, at landsstýrið steðgar á og útsetir hesa tilgongdina, soleiðis at ein fiskivinnunýskipan kann fáa eina holla og virðiliga viðgerð og ikki skal skundast ígjøgnum løgtingið uttan at allir partar kenna avleiðingarnar av uppskotinum.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Handverkarafelag
Vestmanna Handverkarafelag
Vága Handverkarafelag
Norðstreymoyar Handverkarafelag
Nes Sóknar Handverkarafelag
Fuglafjarðar Handverkarafelag
Arbeiðarafeløgini í Klaksvík
Føroya Reiðarafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo