Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Í januar mánaða fyri akkurát hundrað árum síðani frættust óhugnalig tíðindi um eitt herviligt krím, eina sera smittandi og farliga influenzu, sum fyrst skuldi herja í Spanien og haðani hevði breitt seg norðureftir til alt Europa og seinni til alla verðina.

Hon fekk navnid "tann spanska sjúkan", men tað er aldrin dokumenterað, at hon av fyrstan tíð kom úr Spanien, men við tað, at Spanien var uttanveltað í Fyrsta Verðinskríggi, vóru tíðindi haðani opin og ócensureraði av øllum militeri, sum aðrastaðni í Europa steðgaði øllum tíðindum, hvis man helt, at tey kundu ávirka kríggs-moralin og minka um stríðsfýsni hjá teimum deyðatroyttu soldatunum á báðum síðum.

Hervaldið hjá báðum pørtum hevði úr at gera við at jagstra desertørar, sum hvørki vildu ella orkaðu at kríggjast longri.

Tað er óvist, hvussu nógvir soldatar doyðu av sjúkuni, tí teir stríddust frammanundan við alskyns aðrar plágur, líka frá granatchocki til dysenteri.

- Men sjúkan beindi fyri nógvum, bæði í skotgrøvum og aftanfyri frontlinjurnar.

Tað doyðu annars munandi fleiri fólk í teimum kríggsførandi londunum, enn í teimum neutralu.

Í Danmark doyðu t.d. "bara" 14.000 fólk,- í  Svøríki doyðu umleið 37.000 og í Norra 15.000, meðan Europa sum heild misti yvir 30 milliónir.

Globalt blivu meira enn ein halv milliard sjúk við sera strævnari sjúkralegu, høgum fepri og óvanliga langari rekreatiónstíð!

Deyðstølini eru framvegis eitt sindur óviss, men tad er statistiskt prógvad, at ið hvussu so er 60 milliónir fólk máttu lúta fyri tí ræðuligu sjúkuni.

Sjúkan var heilt óvanlig, við tað, at hon næstan leyp gomul og børn um.

- Tey harðast raktu og tey, sum doyðu vóru flestøll í búnum miðalaldri frá 20 til 45 ár. Sjúkan smittaði sum aerosol-dropar frá munni til nøs, ikki minst tá ið fólk hostaðu ella njósaðu.

Medicinskir og biokemiskir analytikarar, sum hava kannað ta klinisku søguna um sjúkuna halda seg vita, at sjúkan skyldaðist einum virus, sum eitur H1N1 og er nær skylt við fuglainfluenzu. Hetta virus  er so aggressivt, at tann robusta immunverjan hjá sunnum og sterkum fólki verður eksplosivt provokerað; og tað skal geva lungunum so stórt og stressandi arbeiði, at tey trevjast, flosna ella næstan skrædna.

Hjá børnum og eldri fólki er immunverjan ikki so effektiv, og tí sluppu tey oftast undan.

Sjúkan var so global, at hon bleiv meira enn ein epidemi - hon kallaðist ein "pandemi."

Í permafrosti á Svalbard hevur man funnið væl varðveitt lík av sjúklkingum, sum doyðu av sponsku sjúku í 1918, og tí hevur man góða hylling á tí fatala virus, sum leyp á alla mannaættina fyri hundrað árum síðani.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo