Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Betri trygging skal hava 100 milliónir krónur afturat í kapitali frá móðurfelagnum P/f Trygging, veit Kringvarpið at siga í dag.

Hetta er neyðugt, nú Betri trygging skal samráðast um endurtryggingar.

Betri trygging hevur havt stórar skaðar at gjalda, og tá er neyðugt, at Betri trygging er sterk fíggjarliga, tá hon fer at samráðast um endurtryggingar, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri trygging, við KVF.

Tá Betri trygging hevur fingið 100 milliónir afturat, fer eginognin hjá felagnum upp í 590 mió. krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo