Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Krutl

Visit Faroe Islands hevur enn einaferð skapt yvirskriftir um allan heim. Stórir miðlar sum BBC og Yahoo hava umtalað 'Faroe Islands Translate' herferðina, og 24 tímar eftir at átakið fór í gongd høvdu 102 mió fólk hoyrt um tað og yvir 4.000 filmsbrot eru løgd út.

Tað skrivar fakmiðilin Bureaubiz.

Átakið, sum Atlantic Airways saman við Visit Faroe Islands hevur tikið stig til, kemur stutt eftir væl eydnaðu herferðina Sheepview, sum tók støði í, at Google ikki hevði Føroyar við í síni 'Streetview' funktión. Faroeislandstranslate tekur somuleiðis støði í, at ein onnur Google funktión, Googletranslate, ikki fevnir um Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo