Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Bøkur

Bókadeild Føroya LærarafelagsElin á Rógvi gevur nýggju barnabókina “112 Fuglafjørður” út, og í tí sambandi verður útgávutiltak leygardagin 26. oktober kl. 12:30 á Reinsarínum.

Í nýggju bókini hitta vit aftur persónarnar úr bókini “Og mamma”, sum kom út í 2014 og var í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Marjun Reginsdóttir hevur myndprýtt báðar bøkurnar við litføgrum og lívligum myndum.

Bókin snýr seg um hanan Morgunfríða, sum dugir at tosa, og abban, sum aftur hesa ferð fær stórar trupulleikar av tí prátingarsama hananum, sum altíð sigur “og mamma”. Omman og abbin ætla sær nevnliga til Fuglafjarðar – ta mest fuglafantastisku bygdina í Føroyum – uttan at bjóða Morgunfríða við.

Bókin er pakkað við spenningini, høgari ferð og skemti í fleiri løgum, sum fangar bæði børn og vaksin.

Skráin:

– Yngra og Eldra barnakór í Tórshavnar Musikkskúla syngur

– Rithøvundurin greiðir frá bókini

– Upplestur úr bókini

Síðani verður møguleiki at taka stuttligar myndir sum Morgunfríði ella politistur á myndaveggi og at gera sítt egna hanabókamerki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo