Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Vinna

Hagstovan: Arbeiðsloysi var 1,2% í mars í ár. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysi 2,4%.

Gongdin er at arbeiðsloysið hevur verið støðugt minkandi seinastu 8 árini og minkar framvegis.

Í mars var var arbeiðsloysið 1,0% hjá monnunum og 1,5% hjá kvinnunum. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysi 2,2% hjá monnum og 2,7% hjá kvinnum.

Arbeiðsloysi hevur verið støðugt fallandi bæði hjá monnum og kvinnum seinastu árini og munurin millum kynini er minkaður seinastu trý árini.

Arbeiðsloysið er minkað í øllum økjum í mun til sama mánað í fjør. Lægst arbeiðsloysi er í Eysturoy við 0,6%. Hægst arbeiðsloysi er í Suðuroy við 3,0%, men munurin millum Suðuroynna og hini økini er nú ikki so stórur, sum hann hevur verið.

Í mars var minst arbeiðsloysið millum tey sum vóru 45-54 ár við 0,8% og í yngsta aldursbólkinum millum 16-24  við 1,2%. Hægst var arbeiðsloysið hjá teimum millum 25-34 ára gomlu við 1,9%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo