Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Skúli

Vinnuháskúlin: Fitt av fólki vóru komin saman, fyri at luttaka í próvghandanini á skúlanum.   Wilhelm Petersen, stjóri beyð vælkomin og helt eisini eina røðu fyri próvtakarunum.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í mentamálum, og Ólavur Gunnarson, formaður í Maskinmeistarafelagnum, góvu próvtakarunum nøkur góð orð við á vegnum.

Teir, sum í dag hava fingið prógv eru: Andrew Bandara, Brian Breyt Thomsen, Carl Adolf Rasmussen, Erhard Olaf Arni Nybo, Fríðjón Julian Jacobsen, Fróði Bærendsen, Fróði Tausen, Grettir Hammer, Hilmar Joensen, Ronni Hammer, Torbjørn Torsteinsson Lútzen og Óli Christian Danielsen

Virðislønir:

1:  Grettir Hammer
mátitól frá Maskinmeistarafelagnum

2:  Hilmar Joensen
Kikari frá Trygd

3:  Torbjørn Torsteinsson Lútzen
Lummaur  frá  Antares

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo