Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Skyldmaður mín Zakarias Wang er ikki vaksin frá fólkaatkvøðuni 14. sept. 1946, sum hann í grein sigur vera minniligasti dagurin í Føroya søgu. Tá var fólkaatkvøða um, hvørt vit skuldu viðurkenna at liva undir donsku stjórnarskránni (grundlógini) ella gerast eitt sjálvstøðugt ríki.

Og ZW sigur seg minnast, at hann, sum 6 ára gamlan fylgdist við móður síni, sum fór at atkvøða fyri loysing, og hvussu glað tey vóru, tá tey vunnu.

Men at tey vunnu, passar sjálvandi ikki. Úrslitið varð, at bert ein triðingur valdi loysing, ein triðingur valdi stjórnaruppskotið og ein triðingur valdi slett ikki. Og fólkaatkvøðan var øll sum hon var ein fløkja ella sum enski søgufrøðingurin sigur eitt meistarastykki av eini fløkju (”a masterpiece of inconclusiveness”). Og tí segði hon hvørki eitt ella annað. Ella at føroyingar sum vanligt ikki vóru samdir um nakað sum helst.

Og so fer ZW at hugleiða um, hvussu ring vit høvdu havt tað í Føroyum, um úrslitið hevði verið eitt annað og at vit so høvdu havt verjuskyldu og verið noydd at luttikið í kríggi í Irak og aðrastaðir.

Men hetta er altsamalt nakað verri tvætl. Hygg eftir, hvussu gott vit hava tað, júst tí vit framvegis eru ein partur av danska ríkinum og undir donsku grundlógini.

Haldi ikki, at vit skulu gera ein fløkjudag til okkara minniligasta dag. Vit hava betri uppiborið.

Johan Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo