Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Tað er einki dulsmál, at 14. september er minniligasti dagur í okkara søgu.

14. september 1946 var nevnliga fólkaatkvøða í Føroyum. Vit hava havt fleiri fólkaatkvøður her á landi, men á ongari av teimum hevur luttøkan verið so stór sum á hesi.

Tað vóru heldur ikki hissini mál, talan var um. 

Føroyingar høvdu tvinnar kostir í at velja. Annar var eitt uppskot frá donsku stjórnini, sum bar í sær at vit gjørdust ein fullkomin partur av Danmarkar ríki. Hitt uppskotið var at loysa frá Danmørk.

Nú eru mong ár farin, og fá av teimum, sum tá atkvøddu, eru á lívi. Sjálvur var eg tá bert seks ár, men eg minnist at eg fylgdi við móður míni tá hon fór inn í skúlan í Kaldbak at greiða atkvøðu fyri loysing, og hvussu glað vit vóru, tá ið vit vunnu!

Hon fekk fýra synir, og henni og mongum øðrum føroyingum fyri at takka vórðu vit ikki noyddir upp í danska herin.

Hevði stjórnaruppskotið verið samtykt, hevði lógin um verndarskyldu verið komin í gildi í Føroyum, og føroyskir unglingar høvdu verið noyddir í kríggj bæði í Irak og aðrastaðni, har tað hevði hóvað donsku stjórnini at senda teir. 

Hesi vanlukku sluppu vit undan, tí vit samtyktu loysing frá Danmarkar ríki.

Tað stóð einki um í samtykt okkara, nær loyst skuldi verða. Ein og hvør veit, at fyri at loysa ein knút krevst bæði tol og handalag, og tað kann vera drúgt.

Men hóast bakkøst hava verið, eru mong framstig hend farnu 72 ár, sum vit hava alla orsøk til at fegnast um. Vit hugsa ikki altíð um tey, tí tey eru so sjálvsøgd.

Tað er ikki á hvørjum degi, vit hugsa um, at høvu vit ikki felt stjórnaruppskotið í 1946, høvdu vit als ikki havt nakran møguleika fyri at luttaka í altjóða ítrótti sum føroyingar.

Vit samráðast sjálvi við aðrar tjóðir um fiskirættindi, og fáa gyltan fong til lands. Vit duga yvirhøvur ikki at ímynda okkum, hvussu skilið hevði verið, um so var at stjórnaruppskotið hevði verið samtykt.

Summi halda, at henda atkvøðugreiðsla er ov gomul, og tí ikki kann galda longur. Men nú ein dagin tosaði eg við eini hjún. Eg spurdi nær tey giftist, og tey søgdu, at tað var í 1946 á vári, og tey hildu als ikki, at tað lyfti, tey tá góvu hvørjum øðrum, ikki var galdandi longur. Hetta er í tí vanliga borgaraliga lívinum.

Tann avgerð, sum vit tóku í 1946 um ikki at gerast partur av Danmarkar ríki, er av fólkarættarligum slag, og avgerðir í fólkarættinum eru galdandi uttan tíðaravmarking.

Hetta vil siga, at sjálvt eftir at øll tey, sum atkvøddu í 1946, eru deyð, er úrslitið galdandi fyri tey sum tá liva bæði her og í Danmørk, og skyldan hjá teimum, ið tá ríkja, er framvegis at seta tað í verk, sum vit samtyktu 14. september 1946.

Okkum er tí gott í væntu.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo