Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Útlendis ítróttur

15 ára gamla Cori «Coco» Gauff úr USA gjørdist ikki sørt bilsin tá ið hon vann á Venus Williams (39) í Wimbledon í dag.

Kenda og roynda Venus Williams hevur sjey Grand Slam-titlar í beltinum (tveir av teimum á grasinum í London), men móti 15 ára gomlu Coco var tað ungdómurin sum vann.

Aldursmunurin millum tær báðar er 24 ár, men í dag leikti unga talentið uttan respekt og vann á Williams við settúrslitunum 6-4, 6-4.

– Hetta er fyrstu ferð at eg fór at gráta eftir at hava vunnið ein dyst. Eg veit ikki hvat eg skal siga, segði Gauff við BBC.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo