Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Í dag er ein stórur festdagur í Tí danska Ríkinum, tí verðins elsta flagg, DANNEBROG fyllir 800 ár.

Søguliga skullu vit aftur til tann danska kongin Valdemar Sejr, sum á sumri 1219 skipaði fyri eini "krossferð" til Estlands, har hann herjaði móti tí estiska herinum í slagnum við Lindanisse tann 15. juni 1219.

Danmark var tá ein tann størsta flota-maktin í Europa, og tað verður sagt, at Valdemar skuldi  hava  ikki færri enn 1500 langskip við sær til Estlands, so tað hevur verið ein  risafloti tá í tíðini.

Myturnar eru nógvar um stríðskongin og Dannebrog, men tann søgnin, sum oftast verður fortald, er, at tann danski herurin, sum var í minniluta,  varð blivin hart sperdur í slagnum, og summir fryktaðu fyri tapi.

Men  tann treiski kríggskongurin Valdemar Sejr vildi ikki lúta, so hann fekk sær religiøsan stuðul: Tann danski biskuppurin Anders Sunesen skuldi  leggjast á eina høga túgvu at biðja um hjálp undir  bardaganum.

Hvørja ferð, hann hevði armarnar yvir høvdinum, gekk betri hjá danskarum, men hann møddist, og so skjótt sum armarnir hoknaðu, so trokaðu estararnir fram. Tí  fóru  menn til hansara og hildu ørmunum hjá biskoppinum uppi, meðan hann bað.  

Tá ið bardagin kulmineraði, sendi Várharra sína  beinleiðis hjálp til "krossferðina", og knappliga í tí harðastu orrustuni, skuldi detta ein  reyð/hvítur merkis-dúkur úr erva, sum soldatarnir hildu dala av himli.  

Undir hesum eggjandi blóðreyða  merki, sigst tað, at teir donsku soldatarnir ernaðust aftur og fingu nýtt mót, so Valdemar aftur vann ein av sínum mongu sigrum.

Síðani tá hevur hetta flaggið symboliserað Danmark, og tað er avgjørt tað fyrsta nationala flaggið í Europa.

Í fyrstuni var tað mest brúkt sum  konga- og aðalsflagg, men so við og við gjørdist tað eitt fólksligt flagg, sum umboðaði allar danskarar.

Tað vardi fleiri øldir, áðrenn onnur lond fingu sær eitt flagg.

Eftir slagið við Lyndanisse bygdu og stovnaðu danskarar býin Tallin, sum bleiv høvuðsstaður í Estlandi.

Allur miðaldarbýurin í Tallin er framvegis týðuliga merktur av donskum kulturi og stíli.

Estland bleiv  kristnað og eitt danskt hjáland í meira enn hundrað ár. 

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo