Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Innlendis ítróttur

Tær fýra kvinnurnar, sum týsdagin fingu prógv sum FSF-dómari

- Tørvurin á dómarum er stórur, so tað er ótrúliga hugaligt, at vit nú hava fingið sekstan FSF-dómarar afturat. Og eisini tað, at vit hava fingið fýra kvinnuligar dómarar hesaferð, er fantastiskt, og vónandi koma fleiri í nærmastu framtíð, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við FSF heimasíðuna.

Síðstu fimm vikurnar hevur FSF skipað fyri dómaraskeiðum kring landið. Skeiðini hava verið á Skála, í Havn og á Tvøroyri. Sekstan kvinnur og menn hava luttikið, og í gjár, týsdagin, var síðsta royndin á skránnni og síðani próvhandan.

- Fyri fýra árum síðani fingu vit ein nýggjan kvinnuligan dómara. Viðkomandi var eisini aktiv sum spælari, men fer komandi árið at virka meir sum dómari. Í fjør fingu vit eisini eina kvinnu afturat í dómarasamlingina, og tað fegnast vit sjálvandi um.

- Men tað, at fáa fleiri kvinnur at døma, er framvegis ein avbjóðing fyri føroyskan fótbólt, og málið er ikki rokkið. Vónandi koma fleiri afturat í næstum, sigur Lassin Isaksen, sum samstundis boðar frá, at fyrst í komandi ári verða dómaraskeið fyri nýggjar dómarar aftur á skránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo