Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Onnur tíðindi

Kvøldskúlin hevur í dag havt handan av váttanum í føroyskum sum annaðmál.

17 næmingar fingu handað váttan.

Tey seytjan vóru frá Gana, Brasil, USA, Kekkia, Grikkalandi, Tailandi og Filipsoyggjunum.

Á skránni vóru røður og sangur frá næmingunum. Eisini hildu Helena D. á Neystabø, verkætlanarleiðari í UMMR, og Siri H. Tórgarð, integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu, røðu. Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari, handaði skeiðsváttaninar.

Umleið 50 fólk vóru møtt til handanina, skrivar torshavn.fo.

Framhaldsskeið í føroyskum sum annað mál er aftur í skránni hjá Tórshavnar Kvøldskúla í januar. Skeiðið byrjar 9. januar. Tað ber enn til at melda til skeiðið á www.kvoldskulin.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo