Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Tiltøk

Fornminnisfelagið í Nes kommunu: Komandi mánadag eru 200 ár eru liðin, síðani V. U. Hammershaimb, próstur og málfaðir, var borin í heim. Føðingardagurin verður hátíðarhildin við einum tiltaki leygardagin 23. mars í gomlu Nes Kirkju og Gamla Prestagarði á Nesi, ið Hammershaimb sjálvur tók stig til at byggja, og sum stóð liðugur í 1863. Umframt tveir áhugaverdar fyrilestrar um virki Hammershaimbs sum presti og hin um prestagarðssøguna á staðnum, vitja trý langaabbabørn hansara í sambandi við føðingardagin. Tey fara at bera fram eina ættakvøðu og handa bygdasavninum í Gamla Prestagarði eina forkunnuga gávu frá tíðini við Hammershaimb sum presti og prósti á Nesi. Somuleiðis verður avdúkað ein verkætlan, sum hevur til endamáls at endurskapa táverandi fjósið við Gamla Prestagarðin sum ein nútíðar savnsbygning.

Tá Venceslaus Ulricus Hammershaimb í 1862 varð innsettur sum prestur á Nesi, gjørdist honum beinanvegin greitt, at táverandi prestagarður var í so vánaligum standi, at neyðugt var at byggja ein nýggjan. Longu árið eftir í 1863 kundi familjan flyta inn í prestagarðin, ið vit nú nevna Gamla Prestagarð, sum Fornminnisavnið í Nes kommunu í dag rekur sum bygdasavn. Tað er Bygdasavnið í Nes kommunu, sum eigur prestagarðin.

Prestasetrið á Nesi er sera søguríkt og var í øldir ein miðdepil, eitt savningarstað, bæði andaliga, handaliga, mentanarliga, sosialt og politiskt. Í Føroya kirkju- og prestasøgu ræðu lítil ivi um, at Nes er søguríkasta staðið í Føroyum, tá hugsað verður um tíðina eftir trúbótina.

Nes var ikki bara kirkju- og mentanardepil við lít. Her var eisini stórt jarðarbrúk, tí 20 merkur í jørð hoyrdu til prestaembætið, umframt náðinsgarðin á Torkilsheyggi og Garðshorn í Oyndarfirði. Fjósið omanfyri sethúsini var stórt, út við 40 alin langt, ið svarar til 25 metrar. Í fjósinum stóðu 20 mjólkineyt, og hoyggjhúsið tók 12 kúfóður.

Í sambandi við 200 ára føðingardagin 25. mars hjá málfaðirinum, prestinum og próstinum, V. U. Hammershaimb, verður skipað fyri áhugaverdum føðingardagshaldi á Nesi leygardagn 23. mars. Tiltakið byrjar í Nes kirkju klokkan 16, har Jákup Reinert Hansen, lektari og guðfrøðingur, fer at greiða frá lívinum hjá Hammershaimb sum presti. Síðani fer Ólavur Magnussen, lærari og søgukønur, at greina prestagarðssøguna á Nesi, sum forfedrar hansara vóru ein týðandi partur av. Eisini verður tónleikur framførdur í kirkjuni hendan dagin.

Eftir fyrilestrarnar í Nes kirkju verður farið oman í Gamla Prestagarð, har millum onnur trý langabbabørn hjá V. U. Hammershaimb verða hjástødd. Umframt at koma við eini ættarkvøðu, fara tey at handa savninum forkunnuga gávu.

Síðani Hammershaimb í 1878 flutti til Danmarkar hava níggju sóknarprestar verið á prestagarðinum. Tann síðsti flutti út í 1975. Seinasti prósturin, sum búði á Nesi, var Fríðrikur Petersen ættaður úr Saltnesi.

Ein arbeiðsbókur undir Fornminnisfelagnum í Nes kommunu hevur seinasta árið arbeitt við møguleikanum fyri at endurskapa fjósið og seta tað inn í ein nútíðar karm við teimum hentleikum og møguleikum, sum ein slíkur bygningur eigur at hava í dag. Arbeiðsbólkurin, sum er mannaður av Josefinu Jacobsen, forkvinnu í Fornminnisfelagnum, Jóhannusi Danielsen, borgarstjóra í Nes kommunu, og Kára Mikkelsen, journalisti og samskiftisráðgeva, heitti á J. P. Gregoriussen, arkitekt, um at gera uppskot til nýggja savnsbygningin. 

Í sambandi við 200 ára føðingardagin verður uppskotið um at endurskapa fjósið sum savnsbygning almannakunngjørt við eini framløgu í Gamla Prestagarði. Talan er um ein spennandi bygning á stødd við táverandi fjósið, sum verður slakar 400 fermetrar til støddar, við millum annað framsýningarhølum, forhøll, matstovu, verkstaði og skrivstovuhøli hjá Fornminnisfelagnum.

Skráin fyri 200 ára haldi Hammershaimbs á Nesi leygardagin 23. mars sær soleiðis út:

16.00 Inngangur í Nes Kirkju
16.10 Hammershaimb prestur – Jákup Reinert Hansen
16.40 Tóri Restorff Jacobsen spælir eitt tónleikastykki á cello
16.50 Søgan um prestagarðarnar á Nesi – Ólavur Magnussen
17.30 Kaffi í Gamla Prestagarði
17.45 Ættarkvøða – Jørgen Ulrik Hammershaimb (langabbasonur V.U.H) 
18.00 Gávuhandan til savnið – Margrethe Hammershaimb (langabbadóttir V.U.H)
18.10 Framløga um enduskapan av prestagarðsfjósinum sum savnsbygningi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo