Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

Blaðstjórin á Dimmalætting lýsir sjálvur árið í fjør sum eitt "marruár" í grein sum hann hevur í blaðnum. Miseyðnaðar satsingar og óneyv fíggjarstýring gjørdu, at tá árið í fjør var runnið og gjørt varð upp, manglaðu slakar tvær milliónir krónur í. Blaðið livir kortini víðari við einum tolnum íleggjara sum er sinnaður at lata verandi fígging til virksemið.

Hjá Miðlahúsinum, sum millum annað gevur út Sosialin, var standurin heldur betri. 243 tkr lógu eftir tá gjørt varð upp hjá Miðlafelagnum. Men eginognin er negativ, og felagið livir so at siga av vælvild frá bankanum. Rentuberandi skuldin er seinastu 5 árini minkað nærum niður í helvt, men onnur skuld er sama tíðarskeið vaksin nógv.

Í báðum ársfrágreiðingum sigur leiðslan, at gongdin í fjør var ikki nøktandi. Í ársfrágreiðingunum kann tó eisini lesast, at bæði bløðini hava betri vónir fyri árið í ár.

Kanska lógin um miðlastuðul, sum sitandi landsstýrissamgonga hevur samtykt, eisini verður ein bati hjá siðbundnu miðlunum. Ætlanin var upprunaliga, at hesin stuðul skuldi latast sum útberingarstuðul, tað vil siga fyrst og fremst til prentaðu miðlarnar. Hetta var seinni broytt til ein redatiónsstuðul, so eitt nú netmiðlar eisini kundu sleppa uppí part.

Úr Mentamálaráðnum verður upplýst, at nevndin, sum skal taka dagar ímillum miðlarnar, er sett, og at tað í næstum verður kunngjørt, hvønn landsstýriskvinnan hevur valt í nevndina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo