Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

21 fakfeløg fara í verkfall mánadagin í næstu viku - t.e. tann 15. januar.

Hetta er greitt, eftir at Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í dag fekk vitjan í Tinganesi av umboðum fyri í alt 21 fakfeløg, sum hvør í sínum lagi boðaðu frá, at tey fara í samhugaverkfall mánadagin.

Í gjárkvøldið varð boðað frá, at 18 feløg fara í samhugaverkfall mánadagin, men er hetta talið nú komið upp á 21 fakfeløg.

Í aðrar mátar boðaði annars Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, frá í dag, at felagið frá mánadegnum at rokna fer at herða verkfallið og taka fleiri av undantøkunum, sum nú eru galdandi, aftur.

Verkfallið hjá pedagogunum hevur staðið við síðan 12. desember í fjør.

Partarnir í lønartrætuni fóru fyri løtu síðan aftur til samráðingarborðið.

Hesi 21 fakfeløg fara í samhugaverkfall mánamorgunin:

Maskinmeistarafelagið
Ljósmøðrafelag Føroya
Heilsurøktarafelagið
Ergoterapeutfelagið
Magistarafelag Føroya
Føroya Tekniska Lærarafelag
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Starvsmannafelagið
Bioanalytikarafelagið
Heilsuhjálparafelag Føroya
Føroya Handverkarafelag
Landsfelag Handverkaranna
Yrkisfelagið Miðnám
Føroya Lærarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Fysioterapeutfelag Føroya
Føroya Verkfrøðingafelag
Føroya Byggifrøðingafelag
Arkitektafelagið
Skipara- & Navigatørfelagið
    
Starvsmannafelagið, sum er størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, avmarkar tó sítt samhugaverkfall til hesar stovnar undir landinum:

Almannamálaráðið
Almannaverkið
Dugni
Fíggjarmálaráðið
Fiskimálaráðið
Heilsu- og Innlendismálaráðið
Heilsufrøðiliga Starvsstova – bert eftirlitisfólkini
Løgmansskrivstovan
Føroya Løgting
Mentamálaráðið
Samferðslumálaráðið
Skúlin á Trøðni
Strandferðslan – bert siglandi fólkið
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo