Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Vinna

Arbeiðs- og brunaeftirlitið: Í 2018 vórðu samanlagt 216 arbeiðsóhapp fráboðað myndugleikanum, samanborið við 178 í 2017. Talan er um eina øking á 21%. Talið av fráboðaðum arbeiðsóhappum er økt frá 145 í 2013 til 216 í 2018.

Økta talið av fráboðanum skyldast tó ikki, at arbeiðsumhvørvið í miðal er versnað, men at talið av løntakarum er økt frá áleið 24.500 í 2013 til 27.500 í 2018, umframt at Arbeiðs- og brunaeftirlitið í sama tíðarskeiði hevur gjørt tað munandi lættari at fráboða arbeiðsóhapp m.a. við talgildari fráboðan í 2018.

Um hugt verður eftir býtinum millum kyn og vinnugreinar sæst, at flestu menninir fingu skaða í vinnugreinunum fiskiídnaður á landi, byggivinnu og jarnídnaði, meðan flestu kvinnurnar fingu skaða í vinnugreinunum heilsa og røkt og fiskiídnaður á landi. Ein deyðsvanlukka varð fráboðað í 2018, meðan eingin varð fráboðað í 2017. Seinastu 10 árini er í miðal ein deyðsvanlukka fráboðað um árið.

Sí ársritið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo