Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Krutl

- Eg trúgvi á Gud. Tað er jú næstan meira kontroversielt at standa og siga tað, enn um eg stóð her og greiddi tykkum frá, hvar og nær og hvussu eg seinast hevði kynsligt samband við einum manni.

Tað er orðini hjá prestinum Johannes Krogh, sum verður leiktur av Lars Mikkelsen, í fyrsta partinum av nýggju dramarøðini hjá DR, 'Herrens Veje'.

Men hjá Jeanette Trelborg Roager, sum er 22 ár, er hetta hvørki kontroversielt ella eitt tabu at vera kristin og trúgva á Gud. Tað hevur hon gjørt so leingi sum hon minnist.

Jeanette vaks upp í kristnari familju, har borðbøn, bíbliulesnaður og møtigongd var ein partur av pakkanum. Tað hevur givið henni eina serliga áskoðan um tilveruna.

- Eg trúgvi, at tað er ikki av tilvild, eg eri her, men at tað er Guds vilji. Jesus elskar meg, og hann elskar meg, líkamikið hvat eg geri, sigur hon.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo