Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Á síðsta fundi í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býráð varð samtykt at loyva Bústøðum at halda fram við ætlanum um at gera eina sera spennandi útstykking undir Gráasteini við 22 íbúðum. Lendið, byggjast skal á, liggur í Havnardali beint omanfyri krossin Landavegur og Velbastaðarvegur.

Atkoma verður frá "Heimasta Hornið", og parkeringin verður sett runt á økinum og skal vera fríðkað við trøum og runnum. Atgongd verður frá "Undir Gráasteini" sunnanfyri og "Heimasta Horn" norðanfyri.

Til ber, tá innflutt verður, at koyra nakað inn millum bygningarnar at fráseta flytigóðs. Byggingin verður plaserað í røðum eins og raðhús. Á økinum norðanfyri verður felagsøki við skýlum í skapi nakað sum ból ella skúrðar til felags uppihald hjá teim búgvandi og serliga til nýtslu hjá børnum.

Frammanfyri íbúðirnar og aftanfyri hesar verður felags útiøki, ið skal hava dám av urtagarði við runnum, trøðum og bedum, har plantaðar verða blómur , sum skulu verða við til at seta dám á byggingina, sum eitt fjálgt, vakurt og hugnaligt stað. Við hallandi flagtekjum skal byggingin tekna seg úteftir eins og eitt bygdalag á einari fjallasíðu. Teir forskotnu veggirnir og karnapparnir skulu fáa byggingina at sýnast skulpturella í lendinum. Karnappar eru í øllum íbúðum, og á henda hátt verður optimalt útsýni.

Tær hallandi flagtekjurnar geva hugleiðingar til bø og haga, og eru eisini eitt aftursvar til tann grøna bøin og hagan í Havnardali og fjallið aftanfyri. Á henda hátt skuldi borið til at hækka støðið á økinum byggilistarliga.

Kring eitt miðrúm ella "roykstovu", er atkoma til øll hini rúmini. Allar íbúðirnar hava útsýni yvir Kirkjubøreyn, Havnardal, Nólsoyarfjørð og Nólsoynna alt eftir staðseting. Á 1. hædd verða íbúðir við serligum atliti til rørslutarnað, og atkoman kan verða aftantil ella framman, alt eftir rørðslutørvinum.

Køkurin og etipláss kunnu plaserast á ymsan hátt. Hjallur er til allar íbúðirnar beint við úthurðina. Íbúðirnar á 2. hædd við hems ella sval, eru nakað rúmligari, og er tað møguligt at nýta loftið til ymisk endamál so sum sovipláss, stovu ella arbeiðspláss.

Hjallur er til allar íbúðirnar beint við úthurðina. Allar hava goymsluskúrð og postkassa, sum verða plaseraði fyri seg á forplássinum. Móti norði er lutvíst takt felagsøki, sum skal rúma

felagshølum og virkishølum til børn. Felagshúsið liggur við eitt torg, sum í brúkshøpi skal virka saman við felagshúsinum.

Húsini verða upphitað við gólvhita, sum kemur frá jørðhita, sum verður fingin til vega við at borað verða nøkur hol inni á økinum. Tá ið longri er komið í projektinum, verður nærri greitt frá konstruktiónum, tilfari, el- og hvs-installatiónum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo