Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Vinna

TAKS hevur seinastu dagarnar havt eyguni við smugling av tubbaki frá skipum, sum liggja við bryggju í Føroyum.

Mánakvøldið í farnu viku komu tollarar soleiðis fram á 150 kartengur av sigarettum, sum ein av manningini ætlaði at selja øðrum manni á bryggjuni.

Hald varð lagt á vøruna, og menninir fingu bøtur á til samans 220.000 kr.

Í Føroyum er ikki loyvt at flyta inn tubbaksvøru uttan í vinnuligum sambandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo