Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Krutl

Gleðilig Jól ella Merry Christmas skrivaði KT mennarin Neil Papworth til ein av stjórunum hjá Vodafone sum júst í teirri løtu var til jólaborðhald. Hendingin fór fram á hesum degi fyri júst 25 árum síðani, og tá verkfrøðingurin ikki fekk nakað svar, so var tað kanska ikki tí at móttakarin var upptikin av at hava tað stuttligt, men eisini tí at tað bar ikki til at svara. Boðini kundu bara fara frá eini teldu til eina telefon - ikki hinvegin.

Seinastu 10 árini er talið á SMS boðum minkað, helst tí at nógvir aðrir hættir eru at geva boð frá sær, eitt nú við facebook, messenger, whatsap og øðrum appum. Kortini verða nærum 100 milliardir tekstboð send dagliga - bara í Bretlandi.

Les meira á Sky News

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo