Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Í fíggjarløgtingslóg 1987 játtaði løgtingið 100 milliónir til ein nýggjan Oljugrunn fíggjaður við einum nýggjum brennioljugjaldi.

Oljugrunnurin fekk regluliga løgtingsjáttan í árunum 1987 til 1990, samanlagt 350 milliónir.

Í sama tíðarskeiði fekk oljugrunnurin 39,5 milliónir í rentuinntøkum av innistandandi í bankum og sparikassum og útlánum.

Í 1988 veitti Oljugrunnurin Ráfiskagrunninum 35 milliónir í studningi.

Í 1990 átti Oljugrunnurin 371 milliónir soleiðis: 82 milliónir innistandandi í bankum og sparikassum, 132 milliónir í útláni og  157 milliónir í landskassans gjaldføri.

Við løgtingslóg nr. 33 frá 27. mars 1992 vórðu 91 løgtingsgrunnar avtiknir og fluttir til landskassans kapitalkonto.

Teirra millum Oljugrunnurin.

Við hesum avtøkum fekk aldargamla virðingin fyri almennum peningi til ávís endamál í komandi tíðum mønustingin. Er tað mentað fólk, ið fremur slíka ”massakru”?

Tað sjaldsama við hesari avtøku er, at sambært landskassans ársroknskapum er avtøkan framd í 1991, meðan lógarheimildin varð sett í gildi dagin eftir, at lógin varð kunngjørd í 1992 og virkandi frá sama degi.

Hetta er ørskapur upp á forskot.

Úrslitið av hesum var, at allar milliónirnar, sum omanfyri umrøddu 91 grunnar áttu í reiðum peningi, fóru í tann tóma landskassan.

Hann fór sum kunnugt á heysin nakrar mánaðir seinni í 1992 við sera álvarsligum avleiðingum.

Hesin ørskapur gevur okkum fylgjandi dreymamynd:

Í 1964 stovnsetti Fólkatingið ein grunn, sum fekk heitið 60-milliónagrunnurin, seinni broyttur til Íleggingargrunnurin fyri Føroyar. Hesin grunnur, sum fekk fólkatingsjáttan  í fleiri ár, var ætlaður til at veita lán, seinni eisini stuðul, til størri íløgur í okkara samfelagi.

Vit kunnu tríva í rúgvuna: 100% kreppustuðul til Atlantic Airways og 100% stuðul til  leingjan av flogvøllinum og nýmótansgerð av komuhøllini vesturi í Vágum. 

Og Íleggingargrunnurin  hevur veitt landskassanum fleiri lán í nógv ár til fígging av berghols-og landsvegagerð, SEV, o.a.

Týdningurin, sum hesin grunnur hevur havt og framhaldandi hevur fyri okkara land og okkum, sum her búgva og virka, kann ikki undirmetast. Vit kunnu skráseta okkara vega-og bergholskervi, flogvøll, Atlantic Airways o.a. í dag, og so gera sammeting 40 ár aftur í tíðina.

Fíggjarliga er hesin 52 ára gamli grunnurin í góðum standi og virkar eftir lóg, ætlan og viðtøkum.

Í 1987 stovnaði Føroya Løgting sum sagt Oljugrunnin. Hóast hann varð avtikin í 1992 (1991), hevur løgtingið regluliga kravt oljugjald í 25 ár við ongum oljugrunni. Samanlagt einar 2 milliardir. [Tað hevði verið ”kjekt å ha”, sum norðmaðurin segði].

Um vit nú ímynda okkum, at Oljugrunnurin, sum varð avtikin í 1991, fekk navnabroyting sama árið til Landsgrunnurin fyri Føroyar,  so høvdu vit í dag átt ein grunn í milliardaklassa, sum, saman við Íleggingagrunninum, hevði verið eitt trygt og álítandi undirstøði (ískoyti) hjá løgtinginum at brúkt til fígging av almennum íløgum.

Ikki nóg mikið við tí:

Týdningarmesta virksemi í okkara samfelag eru:  heilsuverkið og almannaverkið og skúlaverkið, sum í eini 10 ár so eyðmýkjandi og mannminkandi hava ikið á fátækramarki úr hond í munn. Tey mugu sleppa úr endaleysum politiskum klandri og fáa eina virðiliga tilveru. Ongantíð nóg skjótt. Eitt endaleyst klandur í løgtinginum er siðspillandi og loysir einki problem. Klandrið er problemskapandi.

Umframt til almennar íløgur skal Landsgrunnurin fyri Føroyar vera tann fíggjarligi tryggleikin til fullgóðan raksturi av nevndu trimum verkum, sum eru essentiel í framkomnum samfelagi. Landsgrunnurin skal sjálvandi umsitast vð lógum, kunngerðum og reglum javnt við ein Íleggingargrunn fyi Føroyar – men hvør sær.

Hetta krevur sjálvandi, at okkara politikarar virka miðvíst í konstruktivum samfelagspolitikki, sum ikki verður órógvaður av privatum, ellismerktum nationalistiskum møsni?

Um dreymamyndin her verður veruleiki, kunnu vit siga, at trítoymið: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar og Landsgrunnurin fyri Føroyar og Landskassin verður okkara varandi trygdarbelti, eitt perpetuum mobile, sum ikki kostar annað enn galdandi løgtingsjáttanir til umrøddu verk pluss verandi játtan úr imaginera oljugrunninum, sum løgtingið regluliga hevur játtað pening ár um ár síðan 1991 til dagin í dag.

Í 25 ár hevur løgtingið fingið brennioljugjald í milliardaupphædd til ein oljugrunn, sum fór í søguna í 1991 (1992).    

Tað ørar!

”Verður samfelagsins nervaskipan pínd og niðurbrotin við siðspillandi avleiðingum, kann talan verða um nepotismu, eitt virus, sum gevur vinum og kenningum serrættindi í politiskari umsiting og í høgum almennum størvum. Úr hesum virusi sprettur servilitetur, tað vil siga undirbrotligheit og sleiskni.

Avleiðingin av hesum verður dekadensa – forfall – í politisku og almennu fyrisitingini, og vanligu eyðkenni eru, at meting um moral dettur sundur og fremur evnaloysi í spurningum um rangt og rætt.”

Heri Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo