Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Innlendis ítróttur

Undirtøkan fyri B3-venjaraskeiðnum, sum FSF skipar fyri í løtuni, er sera stór. 26 luttakarar eru meldaðir til, og tað er hugaligt, siga undirvísararnir.

- Tað er altíð hugaligt at skipa fyri venjaraskeiðum, serliga tá undirtøkan er stór. Og tað er einki at ivast í, at tey flestu av hesum hava eina yrkisleið sum venjari fyri framman, sigur Jógvan Martin Olsen, ið saman við Paula Poulsen og Hans Mourits Foldbo, undirvísur á B3-skeiðnum.

Farna vikuskifti var fyrri parturin av B3-venjaraskeiðnum hildin í FSF-húsinum í Havn, og komandi vikuskifti er seinni parturin á skránni. Tá vera luttakararnir frá Eiði. Undirtøkan fyri skeiðnum er stór, við 26 luttakarum.

B3-venjaraskeiðið gevur rætt til at fara undir B4, sum væntandi verður fyrst í komandi ári.

Fleiri myndir frá skeiðinum eru at finna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo