Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Flogfarið, eitt Boeing 777 frá United Airlines, sum skuldi til Hong Kong, endaði í gjár í Goose Bay í Kanada, har tey 260 ferðafólkini vóru noydd at bíða í 18 tímar uttan vátt ella turt, og í minus 20 kuldastigum.

Nakað eftir fráferð úr Newark flogvøllinum í New York, gjørdu tekniskir trupulleikar, at flogfarið mátti seta seg aftur, og soleiðis endaði flogfarið í Kanada, hagani tað ikki slapp aftur á flog alt fyri eitt.

Aftaná 18 tímar vórðu ferðafólkini flutt aftur til New York, og fóru hagani við einum øðrum flogfari upprunaligu ferðina, sambært independent.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo