Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Hagstovan: Í mars vóru 27.200 løntakarar í Føroyum. Tað eru gott og væl 800 fleiri løntakarar í mun til sama mánað í fjør.

Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísur at støðugt fleiri leggjast afturat løntakaraskaranum.

Í mars vóru góðir 14.100 menn og knappliga 13.100 kvinnur í løntakaraskaranum. Fyri góðum fimm árum síðani vóru á leið 500 fleiri menn enn kvinnur, sum vóru løntakarar. Í dag er munurin gott og væl 1.000 millum bæði kynini.

Almennu - og privatu tænastuvinnurnar telja á leið 70% av løntakarunum tilsamans, 15% arbeiða í byggivinnu og aðrari tilvirking og 15% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu.

Hví eru løntakaratølini góðar tveir mánaðir afturút?
Allir persónar, sum fáa løn tann uppgjørda mánaðin, verða taldir við sum løntakarar. Hjá summum starvsbólkum eru lønargjaldingarnar tó meira óregluligar enn hjá øðrum starvsbólkum, eitt nú hjá sjófólki. Tí vera teir persónar, sum onga løn fáa uppgjørda mánaðin, men hava fingið løn útgoldna bæði mánaðin fyri og eftir, taldir við sum løntakarar í uppgjørda mánaðinum. Tað hevur við sær, at løntakarauppgerðin gerst tveir mánaðir forskotin, so staðfestast kann hvørjir av hesum persónum skulu teljast við og ikki í uppgjørda mánaðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo