Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Haran.fo: Hetta er minni enn helvtin av tí, sum varð skotið í 2017, tá skotnar vóru 6.409 harur. Tað vísur ein fyribils uppgerð, sum var gjørd 2. januar.

Eisini túratalið er munandi lægri enn í fjør. Higartil eru skrásettir 322 túrar fyri 2018, móti 780 árið fyri. Úrslitið fyri 2018 er tó ikki tað endaliga, tí enn koma tøl inn.

Kvíggjahamarshagi best
Raskastir at skjóta í 2018 vóru teir í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Teir skutu tilsamans 123 harur, sum teir fingu á 6 túrum.

Teimum á baki vóru teir í Skálatoftahaga á Borðoynni, við 102 harum á 6 túrum.

Á triðja plássi eru harumenninir, sum hava skotið við Slættaratind á Eiði. Teir fingu 96 harur, sum teir skutu á 10 túrum.

Úrslitini eru tó bara fyribils, tí enn koma tøl inn, og tá øll tølini eru skrásett, man samlaða talið fara at nærkast teimum 4.000 harunum.

Úrslitini frá teimum einstøku harutúrunum kring landi og samanteljingar síggjast á heimasíðuni “Haran.fo”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo