Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Í 2014 setti F.M.R. niður arbeiðsbólk at viðgera friðingar. Harímilum stongdu kassarnar og trolfríu økini.

Tá havt verður í huga, at flestu av økjunum vóru gjørd, sum konsensus millum alla vinnuna og allar aðrar mynduleikar, metti bólkurin, settur var í 2014, at umboðanin í bólkinum var ov smøl at viðgera og finna fram eitt nýtt konsensus um økini.

Bólkurin heitti tí  S T A Ð I L G A  á F.M.R. at seta ein breiðan bólk B E I N A N V E G I N og fáa arbeiðið frá hondini sum skjótast.

Minnast til semjan 1996 hevði ymisk “kriteriir” til dømis halda veiðibólkar atskildar, friða fyri smáfisk o.a.

Yvist ikki í at rætti bólkurin kundi loyst upp og funnið eina semju skjótt.

Men hvat ger F.M.R.

Letur setana av bólkinum verða 3 dupult jólatrøll.

Koma nú sum ketta upp úr høvdatrog og krevja skiljirist frá 1/1 2018 á teimum gomlu fortugdu økjunum.

Makan til dugnaloysið finst valla orð fyri.

Absalon í Buð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo