Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Fleiri av klagunum snúgva seg um at valevni hava verið við veljarum inni á sjálvum valstaðnum, og eisini er tað komið fyri, at valevni hava hjálpt veljaranum at seta krossin, skrivar tíðindastovan NTB, sum tó eisini leggur afturat, at valnevndin er ikki liðug at kanna uppáhaldini enn.

Dagens Nyheter skrivar, at í fleiri førum er eisini talan um at politiið hevur fingið boð um óreglusemið í samband við valið. Í einum føri skal eitt valevni hava boðið fólki pengar afturfyri krossin.

Fínteljingin er ikki liðug í samband við valið. Tað er sera tætt ímillum reyðgrøna og bláa blokkin sum í Svøríki eitur Alliansan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo