Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Sunnudagin fer eitt ótal av fólki – og harímillum nærum 300 útlendingar - at renna og ganga í Havnar gøtum og eftir Kaldbaksvegnum. Niðurteljingin til Atlantic Airways Tórshavn Marathon byrjar á Vaglinum kl 12.50 og kappingin byrjar kl 13.

Øll luttakandi fáa eina troyggju við Merkinum á sum gávu frá Tórshavnar kommunu í sambandi við, at Merkið henda dagin fyllir 100 ár.

Um hetta skal eydnast væl og trygdin vera í hásæti, verður eins og undanfarin ár neyðugt at steingja vegir. Hetta er gjørt, so tað órógvar borgaran sum minst - tó uttan at trygdin hjá rennarunum og gongufólkunum er í vanda. Hvørjir vegir eru stongdir og nær sæst HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo