Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Innlendis ítróttur

Klaksvíkar kommuna: Fyrireikingarnar eru í hæddini nú 1. juni av álvara nærkast. Luttøkan er stór: 3.800 hava meldað seg til, og er hetta størsta heilsutiltak, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Royal Run sermerkir seg eisini á tann hátt, at á fleiri enn 13 støðum á rutuni verður skipað fyri undirhaldi og tónleiki.

Tey tilmeldaðu kunnu saman við áskoðarum rokna við einari uppliving, sum seint verður gloymd, tí tað munnu vera tey fægstu, sum hava luttikið til eina renning, har live tónleikur verður framførdur á so nógvum støðum, tá hugsað verður um, at runnið og gingið verður 1,6 ella 10 kilometrar.

Fyri at gera hetta møguligt, er samstarv fingið í lag við fyritøkur og handlar fyri at geva luttakarum og áskoðarum eina heilt serliga uppliving, har fleiri av okkara dugnaligu tónleikarum luttaka. Harumframt luttaka Klaksvíkar Dansifelag, Klaksvíkar hornorkestur og navnframi BuBu, sum saman við familjuni hjá Trøllapæturi fer at seta lív í.

Eisini eru fyritøkur í býnum, sum sjálvar hava valt at gera okkurt burturúr. Nevnast kann, at Blikksmiðjan fer at hava 40 íðkarar uttanfyri, har tey vísa síni kynstur í Taekwondo. Bjóðað verður eisini kakao, kaffi og vaflur til tey, sum koma framvið. Føroya Bjór og Skós hava eisini boðað frá, at tey fara at bjóða áskoðarum okkurt leskandi, meðan stuðlað verður teimum, sum renna ella ganga.

Til ber at kunna seg um undirhaldsstøð á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu. SONA appin og heimasíðan royalrun.dk leinkja eisini til alla viðkomandi kunning í samband við Royal Run. Har verður eisini kunnað um skránna, ferðslu, parkeringsmøguleikar og tíðir, har startnummur og blusir kunnu heintast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo