Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

FSF: Árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður leygardagin 18. februar 2017, klokkan 13:00 í FSF-húsinum.

Hetta er samstundis 39. aðalfundurin, síðani felagsskapurin varð stovnaður tann 13. januar í 1979.

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins.

Uppskot frá limum til Aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi tvær vikur undan Aðalfundinum og skulu verða limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn Aðalfundin.

Uppskot til møguligar lógarbroytingar, herundir møguligar broytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, skulu í øllum førum vera skrivstovu FSF’s í hendi ein mánaða áðrenn Aðalfundin og skulu vera limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn Aðalfundin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo